Blóðugur yvirgangur í Evropa

Minst 131 fólk doyðu í einari røð av bumbuspreingingum á tokstøðum í Madrid gjáramorgunin. Spanska stjórnin gevur baskiska loysingarfelagsskapinum ETA skyldina.

Bumburnar raktu tríggjar tokstøðir og minst tvey tok, og tær brustu at kalla samstundis á jarnbreytarteininum ímillum Madrid og Guadaljara stutt eftir klokkan hálvgum átta.

Í einum toki, sum júst kom til jarnbreytarstøðina Atocha, vórðu tveir vognar sprongdir í luftina, og sambært myndugleikunum doyðu minst 29 av teimum, sum vóru í vognunum.

Um somu tíð brustu bumbur á tokstøðunum Pozo de Tio Raimundo og Santa Eugenia tætt við Madrid, og her doyðu ávikavist 18 og 15 fólk. Lítla løtu seinni var ein spreinging umborð á einum toki, sum var komið úr Alcala de Hemares, men her fekk eingin skaða.

Sponsku myndugleikarnir høvdu ávarað um vandan fyri yvirgangi upp undir valið sunnudagin. Sambært sponskum fjølmiðlum skal spanska fregnartænastan hava hoyrt eina telefonsamrøðu, sum avdúkaði, at baskiskir loysingarmenn høvdu rænt eitt tons av dynamitti í Fraklandi fyri stuttum, og at teir eisini høvdu útvegað sær spreingievni úr Eysturevropa.

Var tað ETA, sum skipaði fyri atsóknini í gjár, er hetta tann blóðugusta atsóknin hjá felagsskapinum, síðani hann fór undir tað vápnaða stríðið ímóti myndugleikunum í 1968.