Umfatandi marknaðarføringin hjá Føroya Tele av nýggjum tilboðum í kjalavørrinum av at FarIce-kaðalin er tikin í nýtslu kann kanska geva eina mynd av, at fyritøkan situr tungt á nýggja samskiftismotorvegnum.
Og myndin gerst kanska sterkari av, at Føroya Tele hevur sett 20 milliónir í partapeningi í felagið, sum eigur og rekur kaðalin, umframt at fyritøkan heftir fyri yvir 60 milliónum krónum av láninum hjá FarIce felagnum.
Men soleiðis er ikki.
Grundtankin við FarIce felagnum er, at tað skal virka og arbeiða sum ein heilsøla. Og tá Føroya Tele skal nýta samskiftismotorvegin, skal fyritøkan keypa tænastuna frá FarIce fyri ein fastan kostnað, ið er tann sami, sum aðrir internetveitarar skulu gjalda.
Størsti kappingarneytin hjá Føroya Tele á internetøkinum, Kall, bjóðar ikki enn ADSL-tænastur, men við Útvarpið hóskvøldið segði Bjarni A. Bjarnason, stjóri, at fyritøkan væntandi fer at bjóða hesar tænastur um eina tíð.
Øll umsiting og søla hjá FarIce felagnum fer fram í Íslandi, men tó skal Føroya Tele røkja umsita samskifti við føroyskar myndugleikar.











