Hetta vita vit um deyðiliga eldin nýggjársnátt í Sveis

Umleið 40 fólk hava latið lív í eldsbruna í kenda skíðstaðnum Crans-Montana í Sveis.

Ein sløkkiliðsmaður setur eina bamsu uttanfyri eina barr í skíðstaðnum Crans-Montana, sum varð rakt av einum stórum eldi nýggjársaftan, sum hevur kostað umleið 40 fólkum lívið. (Savnsmynd). - Mynd: Stephanie Lecocq

Nýggjársnátt kom stórur eldur í eina barr í kenda skíðstaðnum Crans-Montana í Sveis.

 

Her er eitt yvirlit yvir, hvat vit vita í løtuni og hvørjum enn tørvar svar uppá eftir vanlukkuna.

 

Hetta vita vit:

 

* Nýggjársnátt umleið klokkan hálvgum eitt varð boðað frá eldi á Le Constellation Bar and Lounge á sveisiska skíðstøðini Crans-Montana.

 

* Sambært myndugleikunum á staðnum er barrin væl umtókt millum ung.

 

* Umleið 40 fólk eru deyð í eldinum, upplýsir løgreglan í kantoninum Valais.

 

* 115 fólk eru særd. Nógv av teimum særdu eru ung undir 15 ár. Fleiri av teimum særdu eru í lívsvanda.

 

* 60 sjúklingar eru viðgjørdir á einum sjúkrahúsi í Sion. Fleiri enn 30 eru flutt á sjúkrahús í Zürich og Lausanne, sum hava serligar deildir fyri brunaskaðar.

 

* Frakland, Týskland, Italia og Svøríki hava bjóðað seg fram at taka ímóti fólki við brunaskaðum.

 

* Uttanríkisráðharrin í Italia, Antonio Tajani, sigur, at 47 eru deyð. Men sveisiskir myndugleikar hava enn ikki givið eitt nágreiniligt tal av deyðum.

 

* Í minsta lagi seks fólk úr Italia eru saknað eftir eldsbrunan. Sama er galdandi fyri átta franskar ríkisborgarar.

 

* Danska uttanríkisráðið segði í gjár, at tað er í sambandi við sveisiskar myndugleikar fyri at vita, um danir eru millum tey særdu og deyðu.

 

* Tað fer at taka tíð at eyðmerkja tey deyðu og at fáa endaligt deyðstøl, siga myndugleikarnir á staðnum. Hetta tí at líkini eru illa brend. Serfrøðingar royna at eyðmerkja ofrini við at brúka DNA og tannlæknaskráir.

 

* Orsøkin til eldin er enn ókend. Einki bendir tó á, at talan er um álop, sambært myndugleikunum, sum lýsa tað sum eina óhapp.

 

* Vitni á staðnum hava lýst, hvussu tey sóu fólk renna ígjøgnum eld og brotin vindeygu í panikki fyri at sleppa út.

 

* Flaggað verður á hálvari stong í sveisiska høvuðsstaðnum, Bern, í fimm dagar.

 

* Forsetin í Sveis, Guy Parmelin, kallar deyðiligu vanlukkuna fyri ein av størstu sorgarleikunum í søgu landsins.

 

* 13 tyrlur, 42 sjúkrabilar, 150 sjúkrarøktarfrøðingar og 70 sløkkiliðsfólk eru kallað út í sambandi við vanlukkuna.

 

* Crans-Montana liggur 35 kilometrar frá markinum til Italia og 50 kilometrar frá sveisiska markinum til Frakland. Tað er eitt vælumtókt frítíðarstað hjá útlendskum skíðferðafólkum.

 

Tørva svar upp á hetta:

 

* Enn er ikki greitt, hvør orsøkin var til stóra eldsbrunan. Fyrstu fráboðanirnar søgdu, at ein spreinging var undan eldinum, men seinni varð boðað frá, at eldurin hevði elvt til eina spreinging.

 

* Tað er eisini ógreitt, hvussu júst hendingin fór fram.

 

* Myndugleikarnir vita heldur ikki, hvussu nógv fólk vóru í barrini, tá eldur kom í.

 

* Nágreiniliga talið av deyðum er framvegis ógreitt, tí tað tekur tíð at eyðmerkja ofrini. Einki yvirlit er tí yvir tjóðskapir ofrini hava.

 

Keldur: AFP, Reuters, AP, Sky News, BBC, NTB og TT.

 

/Ritzau/

 

Ein sløkkiliðsmaður setur eina bamsu uttanfyri eina barr í skíðstaðnum Crans-Montana, sum varð rakt av einum stórum eldi nýggjársaftan, sum hevur kostað umleið 40 fólkum lívið. (Savnsmynd). - Mynd: Stephanie Lecocq