Fara at merkja grind í summar

Grindamerkingar eru nú aftur á skránni. Úgerðin er klár, og bíðað verður nú bara eftir ein samstarvshugaðari grind, at luttaka í verkætlanini

Aftur í ár verður ligið framvið at sleppa at merkja grind. Útgerðin er tøk. Bæði tann at seta á hvalirnar, og fylgisveinatíðin, sum umbiðin er til sendararnar, ið settir verða á hvalirnar.
Dorethe Bloch, professari, stendur enn sum áður í fremstu røð, tá grind er undir landi. Og hon vil fegin frætta um allar grindir, sum hildnar verða til.
Er talan um eina lítla grind - tað eru tær, sum best eru egnaðar til merking, sigur hon - høvdu tey á Náttúrugripasavninum fegin vilja fingið fráboðan sum skjótast, so merkjast kann.
Tó er tað so, sigur hon, at vanliga vilja grindamenn hava eina grind at leggja beinini fyrst, áðrenn teir fara at hugsa um merking. Spikíløtuni og ikki minst tær turru lykkjurnar telja hjá mongum meira enn ein fylgisveinasendari, sum boltaður verður á hornið á einum hvali.
Ein onnur verkætlan, sum er í gongd í løtuni, er stóra springarakanningin, sum nú hevur vart eina tíð. Hon heldur fram, og Dorete Bloch vil fegin frætta um allar springarar, sum hildnir verða til í landinum, sigur hon.