Anti-terrorpakkin
Partar av nýggj terror lógini, sum danska stjørnin legði fram á tíðindafundi hósdagin, eru ein hugsjónarlig avbjóðing, viðgekk danski forsætismálaráðharrin Anders Fogh Rasmussen. Fyri ein liberalan flokk sum Venstre tykist lóggávan í andsøgn við hugsjónirnar.
Anders Fogh Rasmussen plagdi at hoyra til tann mest liberala vongin í Venstre. í 1993 skrivaði hann bókina Fra socialstat, til minimalstat. Ið handlar um, samfelagið har rættindini hjá tí einstaka verða hildin í hevd og í minst møguligan mun verða ofrað fyri samfelagið. Hetta samfelagið tekur sær bert av tí alneyðuga. Men nú er hann maðurin, ið stendur aftan fyri tær mest umfatandi skerjingarnar í persónliga frælsinum í Danmark í nýggjari tíð, orsøkin er kríggi ímóti yvirgangi.
Talan er veruliga um umfatandi nýhugsan. Løgreglan fær á 49 nýggjar mátar møguleikar at berjast móti yvirgangi. Her er talan um, víðkaðar heimildir at lurta eftir telefonsamrøðum, at kanna internetsamskifti, kanna listar hjá flogfeløgum og mangt annað, í fleiri førum uttan veruligan mistanka.
Eitt tað mest víttgangandi uppskotið, er møguleikin at skanna samskiftið í heilum íbúarhúsum, um ein mistonktur yvirgangsmaður býr í eini av íbúðunum.