Skelkurin gjørdist dýrur

Málskjúttin hjá runavíkingum, Helgi L. Petersen, helt eftir dystin, at skelkurin, ið NSÍ fekk av útvísingini hjá Jens Martin, gjørdist teimum dýrur

Tá ið vit hittu ein vónbrotnan Helga L. Petersen stutt eftir dystin, segði hann, at útvísingin hjá málverja teirra tíðliga í dystinum oyðilegði dystin fyri teir. Reyða kortið hjá Jens Martin vendi øllum tí taktiska upplegginum hjá NSÍ á høvdið, tí neyðugt var at umskipa liðið.
- Tað var ein øgiliga stórur skelkur hjá okkum, tá ið Jens Martin, ið er royndasti spælarin á liðnum, fekk reyða kortið. Tað tók eisini drúgva tíð hjá okkum at fóta okkum eftir útvísingina, og tað kostaði dýrt, sigur Helgi L. Petersen. - Beint eftir útvísingina vóru vit rættuliga skelkaðir í eina góða løtu, og hesa løtuna gagnnýttu HBarnir til at gera tvey mál, sigur hann.
Helgi L. Petersen minkaði sjálvur um munin fyri runavíkingar, tá ið seinni hálvleikur var fáar minuttir gamal, og rituvíkingurin heldur, at NSÍ var rættuliga væl við eina góða løtu eftir steðgin. - Eg haldi, at seinni hálvleikur var væl javnari enn tann fyrri, og vóru vit neyvari, og serliga eg sjálvur, so høvdu vit kanska fingið javnað, sigur Helgi L. Petersen.