Svenski javnaðarflokkurin hevur brúk fyri onkrum, sum kann fáa teir rýmdu veljararnar at venda aftur, og nógvir sviar halda, at ES-kommiserurin Margot Wallstrøm er tann, sum kann loysa ta uppgávuna. Hon er fyrrverandi mentamála- og almannamálaráðharri og er yvirhøvur væl umtókt ímillum sviar.
Men Margot Wallstrøm hevur ongan hug at taka við eftir Gøran Persson.
? Eg ætli mær at fullføra ta uppgávuna, sum stjórnin hevur givið mær. Tað er týdningarmikið fyri Evropa og fyri Svøríki og svenska javnaðarflokkin, segði hon við Aftonbladet í gjár.
Margot Wallstrøm kom í Ríkisdagin í sjeytiárunum um somu tíð sum Mona Salin og Anna Lindh, og líka síðani hava tær verið umrøddar sum komandi formenn í javnaðarflokkin-um. Men so er ikki longur. Mona Salin hevur spilt sínar møguleikar við fíggjarligum óskili, Anna Lindh er deyð, og nú sigur Margot Wallstrøm nei takk.
Onnur, sum kunnu koma upp á tal, eru Per Nuder, fíggjarmálaráðharri, Thom-as Bodstrøm, løgmálaráð-harri og Ulrica Messing, samferðslumálaráðharri, men eingin teirra hevur tað flogið, sum Margot Wallstrøm hevur, skrivar Afton-bladet.