Fullsett um alt landið

700 skotar og 150 italiumenn skulu hýsast, nú fótbóltslandsliðið stendur fyri tveimum av stóru dystum sínum

Fótbóltur

 

Tað merkist á øllum gistingarstøðum kring landið, at stórdystir hjá Fótbóltslandsliðnum standa fyri framman.

Italiumenn hava á leið 150 áskoðarar við sær, tá teir skulu spæla á Tórsvølli tann 2. juni, men stóra innrásin kemur beint eftir hetta, tá á leið 700 skotar vilja sleppa á Svangaskarð at síggja sínar landsmenn. Háarstíð er fyri ferðavinnuna, og tá Hotel Føroyar samstundis er bookað av landsliðsspælarum, gevur hetta sjálvandi nakrar praktiskar trupulleikar.

- Tað hava vit sjálvandi merkt. Nógvir áskoðarar hava fyri langari tíð síðani bílagt pláss, og bæði gistingarhús og camping-pláss eru at kalla fullsett, sigur Ingigerð á Trøðni, leiðari á Kunningarstovuni í Havn.

Fyri trimum árum síðani – tá Írland vitjaði – var at kalla undantaksstøða hjá Kunningarstovuni. Við at seta lýsingaráheitanir til privatfólk í bæði skrivaðar og loftbornar miðlar eydnaðist tó at hýsa øllum áskoðarunum, og Ingigerð útilokar als ikki, at tað verður neyðugt við somu átøkum.

- Tað fáa vit at síggja. Bílegginarnar eru í øllum førum nógvar kring alt landið, so tað kann væl verða, at vit enn eina ferð mugu seta álitið á gestablídnið hjá føroyingum.