partur av samfelagnum og fólkinum her ligið í dvala í longri tíð. STEVNURNAR - frá norðoyarstevnu til ólavsøku - lýsa eisini Føroyar og føroyingin innanífrá. Tær lýsa tjóðina Føroyar, tá hon er mest l [...] annað eru partur av stevnunum. Ein kann siga, at stevnurnar avdúka nógv av okkara identiteti - fyri ikki at tosa um tjóðarhátíð okkara ólavsøkuna, sum er høvuðsstevnan. EISINI fjølmiðlarnir eiga sín lut [...] fara onnur stevnupláss at taka eins væl undir við einum slíkum tiltaki sum norðingar, ið altíð eru til dystin fús. Góða Norðoyarstevnu. Gott stevnuár øll somul.
máta - og ikki minst við skili. Vit vita væl, at Rúsdrekka- og Narkotikaráðið hevur mælt til ikki at lata fleiri skeinkiloyvi í Tórshavnar kommunu. Men samstundis vita vit, at fólk fara ikki at drekka [...] gevast, ella ikki. Ivan Johannesen tyktist vera trekur, og var tí ikki eitt einasta nýtt skeinkiloyvi givið. Tórshavnar Kommuna hevur fleiri ferðir víst á sína ónøgd við, at fleiri skeinkiloyvi ikki verða latin [...] fingu nýggja rúsdrekkalóg, sum bæði gav loyvi til sølu av rúsdrekka í Føroyum og loyvi hjá matstovum og ølklubbum at skeinkja sterkt. Føroyingar hava ikki altíð verið samdir í hesum máli. Summi meina,
avgjørt verið til staðar. FØROYAR hava spælt móti Estlandi einaferð fyrr. Tað var í Tartu í fjørsummar, og tá vunnu okkara 2-0 á einum skerdum estlendskum liði. Men føroyska liðið var heldur ikki fullmannað [...] líknandi úrsliti verið til staðar. HETTA summarið verður sum heild nógv merkt av fótbólti. HM-kappingin í Fraklandi byrjar fyrsta dagin, og fleiri av føroysku liðunum sleppa heldur ikki í summarfrí. Eitt nú [...] vant at gera okkara ítarsta til eftir førimuni at fylgja við fótbóltinum, sum er tann ítróttargreinin, sum hevur so nógv tann størsta áhugan millum manna. Men tað merkir tó ikki, at aðrar ítróttargreinar
hevur nógv at síggja til. Síggja vit í fyrstu atløgu burtur frá teimum heimligu viðurskiftunum, sum tó ikki eru minni týðandi og álvarssom fyri tað, so skal landsstýrið í næstum upp til sína fyrstu sveinaroynd [...] munur fer at koma til sjóndar undir samráðingunum við danir er óvist, men helst fer tað ikki at vera so primert mál á hesum sinni. EITT mál, sum eftir okkara tykki hevur eins stóran fyri ikki at siga størri [...] marknatrætan við bretar. Tað er eitt mál, sum landsstýrið ikki eigur at geva minni gætur og eigur løgmaður, sum umsitur málið, ikki at undirmeta hetta í mun til samráðingarnar við danir annars. NÚ er tað so, at
fiskinum fer av landinum heldur enn at verða viðgjørdur her. Tvs. at virðisøkingin av fiskinum kemur ikki okkum til góða. Hinvegin fáa skipini sjálvandi meira burtur úr. Samanumtikið kemur meira inn í skatti. [...] flestu føroyingar vilja meira sjálvstýri og sjálvbjargni, men tað má ikki gamblast við okkara vælferð. Stig á sjálvstýrisleið mugu ikki verða tikin úr berari luft men byggja á trygga grund. Tí má og skal [...] fjøltáttaðan búskap ella sum tað verður tikið til, at vit fáa fleiri bein at standa á. Vit eru eitt ómetaliga ríkt land. Bera vit okkum rætt at og náttúran ikki er ímóti okkum, kunnu vit lívbjarga okkum bara
sinnað til at samráðast við danir um bæði bankaendurgjald og uttanlandsskuld undir einum. Haraftrat er danska stjórnin sinnað til at ganga føroyingum á møti í sjálvstýrismálinum og er sinnað til at fáa [...] ð og sjálva skuldina til Danmark undir einum, so eru tað nýggir tónar frá føroyskari síðu. Tí higartil hevur verið hildið fast uppá, at bankaendurgjaldsspurningurin skal als ikki tengjast saman við sp [...] øðrum, og at Lykketoft var farin aftur til Danmarkar sum av torvheiðum. NÚ hava vit so orðini hjá Lykketoft og eisini frá landsstýrinum um, at partarnir eru kanska ikki so langt frá hvørjum øðrum, sum annars
verður teinurin til Esbjerg ov drúgvur, og tí verður siglt til Hanstholm. Vit mugu bara vóna, at henda broytingin í Danmarkarsiglingini verður brúkarunum og sjálvandi eisini Smyril Line til vildar. At tað [...] s hvíta drotning, ?Norrøna? stevnir inn á Havnina, plagar at verða tikið til, at summarið er komið. Mánadagin kemur Norrøna til Føroya á sínum fyrsta túri í ár. Vert er at bíta merki í, at Smyril Line [...] at sigla til Hanstholm, og harvið verður eingin Esbjergsigling longur. Tað vil uttan iva bæði hava fyrimunir og vansar við sær. Tá DFDS gavst at sigla uppá Føroyar og Norrøna legði leiðina til Esbjerg,
Føroyar hava fingið nýggja stjórnir, og átti hetta at verið ein orsøk til at fingið gongd á. Harvið er ikki sagt, at føroyingar skulu til at slaka og ganga burtur frá kravinum um miðlinjumark. Spurningurin [...] Olafsynni mandat til at finna eina skilagóða loysn. Kann vera at vit kortini ikki semjast við bretar, men hinvegin er eisini møguleiki fyri, at málið nú er so nógv mýkt, at tað ber til at finna eina nøktandi [...] á sær, at hann ikki megnar at fáa í lag eina samráðingarloysn við ein lítlan granna sum Føroyar. Hvussu kann hann sita við formansskapinum í ES og har skula loysa stórmál, tá hann ikki megnar at fáa loyst
ðan frá 1946 framvegis galdandi, og tí er ikki neyðugt við eini nýggjari fólkaatkvøðu nú. Hetta eru formenninir í fólkaflokkinum og sjálvstýrisflokkinum ikki samdir við tjóðveldisflokkin í. Teir siga, [...] fullveldi og ikki bara um grundlógina. UM hetta er so, má sigast, at tjóðveldisflokkurin í veruleikanum er farin út í Tinganes at umsita luft, í hvussu er á tí ríkisrættarliga økinum. At tað ikki ruggar rætt [...] so sanniliga fingið bæði í posa og sekk. Mundi tað ikki vera rein kamoflasja, tá flokkurin tvíhelt um bæði fiski- og búskaparmál? Mundi endamálið ikki vera at fáa fiskivinnumálini, tí hetta er tað einasta
samgongusamráðingunum, at hann hevði líkasum ikki dugað at skyna á, hvat, ið hóskaði at seta á prent í Dagblaðnum og ikki. Er tað so, at tað er møðin, sum er orsøkin til slíka skriving, so vildi tað verið hóskandi [...] skriving Óla Breckmanns sum Sosialurin. Vit hava ferð eftir ferð spurt, hvussu tað ber til, at ikki fólkafloksfólk taka til orðanna móti hesi ómenniskjansligu skriving. Nú hava vit so fingið váttað frá landsins [...] tað ber til, at Óli altíð er so móður. Veruleikin er tann, at hesin málburðurin og henda svínska niðurgerðingin av politiskum mótstøðumonnum - og í hesum førum komandi samstarvsmonnum - er ikki eindømi