umráðandi, at ein tuberklatilburður verður umrøddur við varðsemi, soleiðis at misskiljingar ikki koma fyri. Eg vóni bara at fólk duga at skilja, at tilburðurin hevði einki við sjálva matstovuna at gera, og [...] satt, at hann var sjúkur, og eg segði sum var, at hann hevði tuberklar og lá á sjúkrahúsinum, har hann fekk viðgerð. Linda sigur, at hon greiddi sjónvarpskvinnuni frá, at hon ikki helt tað vera rætt at [...] mær, at tá man byrjar at hoyra fleiri ymiskar leysasøgur um eitt mál, so er tað besta ein kann gera, at koma út og greiða rætt frá málinum. Vit greiddu við innslagnum fólki frá, at tað var rætt, at kokkurin
smaðurin sigur, at starvsfólk hjá Heilsumálaráðnum skulu hjálpa til at byrja við. Álvaratos, hava tey ikki annað at takast við í Heilsumálaráðnum, enn at hjálpa landsstýrismanninum at føra lokalpolitikk [...] einum landsstýrismanni at trumfa sítt ígjøgnum – kosta, hvat tað kosta vil! At tað í síðsta enda óivað kostar meira, at fakliga grundarlagið kanska má leggjast heldur lægri, at stovnurin helst ikki virkar [...] virkar optimalt – tað hevur minni at siga, bara yvirskipaða málið verður fylgt. Eykakostnaðurin fyri at flyta Strandfaraskip Landsins er eitt talan dømi. At billa sær inn, at almennir stovnar skulu seta gongd
summar fara tey eisini at gera nakrar túrar út til veltuna at vita, hvussu vorðið er, og trongir okkurt til at verða trivið í, verður tað gjørt. Otto Leo Gram sigur, at fyri at fáa veltingina setta inn [...] summar er eisini ætlanin at fara í viðarlundina onkran dagin at grilla og at spæla í ánni. Bjóða Høgna Hoydal Nú, vit tosa um alt hetta her, kemur Otto Leo Gram at minnast afturá, at tá ið læraraverkfallið [...] sum tað kann vera. Tá bjóðaði eg honum oman í Kommunuskúlan, har eg tá var lærari, at síggja, alt vit høvdu gjørt av ymsum. Hann tók ikki av.... Men Otto gram sigur, at nú ætlar hann sær at gera eina roynd
i. - Jú, eg haldi, at tað er ein rímiliga góður møguleiki fyri, at tað fer at ganga heldur betur hjá teimum sum fiska upsa í ár, heldur hann. Hann sigur, at hóast mangt bendir á, at tað verður tann feska [...] sigur, at keyparar løgdu dent á, at framtíðin hjá føroyingum við upsanum í fyrsta lagi liggur í at selja hann sum fesk fløk, ymiskar portiónir ella sum rundan fisk. - Tað er næstan ógjørligt at kappast [...] tons av upsa um árið, og ein króna oman á prísin hevði tískil merkt 40 miljónir krónur um árið. Olaf vísir á, at viðhvørt gongur vinnan soleiðis, at tú hevur hug at missa mótið - og viðhvørt er mótið ógvuliga
illgruna um, at Karsten Hansen hevur eina miðvísa ætlan at fáa arbeiðssteðgin at verða so drúgvan sum gjørligt fyri at útarma fakfeløgini, so at tey onki skulu formáa sær í framtíðini. Hann sigur, at hendingarnar [...] skal bara vera greiður yvir, at hann spælir høgt spæl. ? Tí tað er púra greitt, at limirnir í Starvsmannafelagnum tóku tað so fast í gjáramorgunin, at hann hevði vrakað semingsuppskotið, at nú eru teir [...] roknað seg fram til, at eftir okkara uppskoti er hækkingin oman fyri 7 prosent, um lønin verður roknað út langt fram í tíðina. ? Gunnleivur Dalsgarð, sigur, at tað er púra burturvið at rokna ein sáttmála
Danmarkar, tí at sjeikurin er ikki liðugur at lesa enn. Hon kundi tó hugsað sær at komið aftur til Føroya at búsett seg. Spurd, um tað er ein marknaður fyri einum arkitekti í Føroyum, sigur hon, at tað er nógv [...] ikki so nógv at hoyra til hann. Tað er helst tí, at nýggj samgonga er komin, sum ikki raðfestir listaskúlan líka frammarlaga sum undanfarna. - Eg hugsaði, at tað kundi verið spennandi at gjørt eitt uppskot [...] gjørdi av, at hon skal vera arkitekt, tá ið hon gekk í studentaskúla. Tá ið hon var vorðin studentur, fór hon niður á listaskúla í eitt ár, har ið hon valdi arkitektur-linjuna. Eftir hetta fór hon at lesa til
somuleiðis, at læknarnir áttu at varnast týðiligu tekinini um, at hol var á gallinum. Rættslæknaráðið segði, at tað var ikki í lagi, at ein nýggj skurðviðgerð ikki var framd. Somuleiðis funnust teir at, at eigin [...] svigarinnuni ringan illgruna um, at okkurt var áfatt. Hon gjørdi tí av at fara oman aftur á Landssjúkrahúsið um kvøldið tann 27. februar, og komin á sjúkrahúsið fær hon at vita, at kvinnan hevði fingið hjartasteðg [...] annars ætlað at skriva kvinnuna út, men av tí at veðrið var rættiliga ruskut varð mælt til, at kvinnan varð liggjandi á Landssjúkrahúsinum heldur enn at fara suður við Smyrli og koma í vanda fyri at spýggja
hálva millión krónur árliga í 5 ár, fyri at nakað munagott skal spyrjast burtur úr. Eisini vísti hon á, at Tjóðveldi hevur meldað út, at flokkurin bindur seg til at raðfesta javnstøðu í vali av landsstýrisfólki [...] fiskur Nakrar viðmerkingar vóru úr salinum. Onkur vísti á, at tað er løgið, at vit góðtaka at helmingurin av tilfeinginum í landinum sleppur at liggja ótroytt. Hetta hevði ikki verið, um talan var um fisk [...] ar um kynsbýtið á arbeiðsplássinum, og hvussu tey ætla at minka um munin millum kynini. Endamálið við hesum er ikki at kontrollera, men heldur at gera fólk varug við trupulleikan. Danski ráðharrin í j
á Fróðskaparsetrinum. Hann vísir á, at tað er áhugavert at notera sær, at meginparturin av teimum, sum higartil hava tikið framhaldandi útbúgvingar uttanlands oman á útbúgvingar frá Fróðskaparsetrinum [...] vart við, at einasti vegur burturúr hesum átrokandi demografiska trupulleika er at fáa eitt rættiligt universitet til Føroyar. - Stóri trupulleikin er, at føroyskur ungdómur fer av landinum at taka hægri [...] Tey flestu munnu vera samd um, at tað er ein vandaleið fyri samfelagið, at tey klóku høvdini hvørva úr samfelagnum, sigur Hans Pauli Joensen, sum í hesum sambandi eisini vísir á, at góðir karmar fyri
noyðist at biða teir, sum rudda, um at fara afturmaftur. Vit koyra inn aftur móti torninum. Nú skal hálkan á vøllinum kannast, eftir at teir eru lidnir at rudda. Og tað verður ikki gjørt við bara at koyra [...] til, at vøllurin er á góðari leið, heldur Bjarni. Hann hevur hug at taka ein túr aftrat líkasum til eina eyka trygd. Men meðan vit koyra, er ein brestur at hoyra. Vit tosa um, at tað man neyvan vera nakar [...] Bjarni ger klárt at kanna, hvussu hálur vøllurin er. Tað er ein lítil tími, síðan telefonin ringdi, og Bjarni boðaði frá í hinum endanum, at hann hevði givið fólkinum boð at møta klokkan seks at rudda vøllin