Arbeiðssteðgurin: Herða nú tiltøkini

? Hetta var eitt slag í andlitið á okkum. Karsten Hansen spælir høgt spæl, Men nú eru vit til reiðar at stríðast til tað røkkur ella støkkur, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

? Hetta var eitt álvarsligt bakkast fyri semingsroyndirnar. Men hetta vísir bara, hvussu ?djúpt óseriøsur? okkara fíggjarmálaráðaharri er.

Tað kom ógvuliga dátt við hjá formaðurin í Starvsmannafelagnum, at Fíggjarmálastýrið ikki vildi góðkenna tað seinasta semingsuppskotið frá Starvsmannafelagnum.

Síðani Starvsmannafelag Langa fríggjadag vrakaði eitt semingsuppskot, hevur felagið arbeitt við at evna eitt nýtt semingsuppskot til.

Eftir uppskotinum, sum varð vrakað, skuldi lønin hækkað 2,4% 1. mars í ár og tað sama 1. mars næsta ár.

Harumframt skuldi ymsar umflokkingar gerast, sum tilsamans eru verdar 1,1% í lønarhækking.

Tilsamans er sostatt talan um eina lønarhækking uppá 6,5%.

Karsten Hansen boðaði í Sosialinum mikudagin frá, at hann slakaði ikki meir.

Men vildi Starvsmannafelagið hinvegin brúka ein part av tí 1,1 prosentinum, sum umflokkingarnar góvu, til lønarhækking ístaðin fyri, var hann sinnaður til at tosa um tað.

Men ein semja skal liggja innanfyri tey 6,5 prosentini, sum nú liggja á borðinum, legði hann dent á.

? Og tað er júst tað, sum vit hava gjørt, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum.

Hann sigur, at munurin á semingsuppskotinum, sum varð lagt fram Langa fríggjadag, og hesum, er í høvuðsheitum, at lægsti lønarflokkur, sum í dag er sjeyndi, verður strikaður, og tey 37 fólkini, sum verða lønt í hesum flokki, verða flutt upp í 8. flokk.

? Hetta hevði kostað Fíggjarmálastýrinum slakar 7.000 kr. um mánaðin. Roknað um til tímaløn, fáa tey, sum eru lønt í 7. lønarflokki í Starvsmannafelagnum, 73,15 kr. um tíman.

?Eftir broytingini hækkar henda tímalønin upp á 75,23 kr.

Ein arbeiðsmannaløn er 76, 61 kr. um tímar

Tey 37 fólkini, sum eru lønt í 7. lønarflokki, eru eitt nú skrivstovufólk uttan útbúgving, dekkarar og kioskfólk umborð á strandfaraskipunum.

? Vit skutu eisini upp, at tey, sum eru í 11. lønarflokki, verða flutt upp í 12. ? Hetta kostar 5.600 kr. um mánaðin.

? Harumframt varð skotið upp, at flokka nøkur størv av nýggjum.

Gunnleivur Dalsgarð sigur, at við hesum broytingum ber til at fáa eina generella lønarhækking upp á 3 prosent um árið í tvey ár, móti 2,7 prosentum um árið, sum lá í semingsuppskotinum langa fríggjadag.

Eftir tí gamla semingsuppskotinum høvdu umflokkingarnar kostað 1,1%, men eftir uppskotinum frá Starvsmannafelagnum, er hetta talið nú komið niður á 0,46 prosent.


Ongin vilji

Gunnleivur Dalsgarð sigur, at tað kom sera óvæntað, at Fíggjarmálastýrið vrakaði semingsuppskotið av tí at tað lá innanfyri karmarnar á semingsuppskotinum, sum stýrið góðkendi Langa fríggjadag.

Fíggjarmálastýrið hevur roknað seg fram til, at eftir okkara uppskoti er hækkingin oman fyri 7 prosent, um lønin verður roknað út langt fram í tíðina.

? Gunnleivur Dalsgarð, sigur, at tað er púra burturvið at rokna ein sáttmála, sum skal verða galdandi í tvey ár, 10-15 ár fram í tíðina.

Men hann sigur, at hetta er aftur eitt dømi um, hvussu ómetaliga lítil álvari býr í Karsten Hansen.

? Tað vísir seg ferð eftir ferð, at hvørja ferð, vit eru komin um eina forðing, dregur hann ymiskt nýtt uppí samráðingarnar.

? Tað er fyri mær, sum at hann alla tíðina leitar eftir onkrum nýggjum so at hann kann seta fót fyri sermingsroyndunum.

? Talan er um eitt tveir ára sáttmálaskeið, og tað ber ikki til at seta seg at rokna út úrslit og avleiðingar fleiri sáttmálaskeið fram, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.

Gunnleivur Dalsgarð hevur fyrr hevur havt illgruna um, at Karsten Hansen hevur eina miðvísa ætlan at fáa arbeiðssteðgin at verða so drúgvan sum gjørligt fyri at útarma fakfeløgini, so at tey onki skulu formáa sær í framtíðini.

Hann sigur, at hendingarnar seinastu dagarnar hava avgjørt styrkt hann í trúnni á, at hetta veruliga er so.


Spælir høgt spæl

Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at annars dugir hann ikki at skilja hvat tað er fyri politiskt spæl, Karsten Hansen er í ferð við.

? Men hann skal bara vera greiður yvir, at hann spælir høgt spæl.

? Tí tað er púra greitt, at limirnir í Starvsmannafelagnum tóku tað so fast í gjáramorgunin, at hann hevði vrakað semingsuppskotið, at nú eru teir til reiðar at stríðast heilt til endan. Men nú er tað fíggjarmálastýrið sum skal flyta seg. ?Tí vit slaka ikki ein tumma afturat.


Herða tiltøkini

Gunnleivur Dalsgarð sigur, at finst ikki ein semja við grundarlagið í nýggjasta semingsuppskotinum hjá Starvsmannafelagnum, verða tiltøkini herd.

? Nú hava vit gjørt, hvat vit kunnu. Finst ikki ein semja útfrá hesum uppskotinum, er bara ein vegur fram, og tað er at herða tiltøkini.

? Tað er ongin ivi um, at tilkøkini verða herd, sigur hann.

Men hvørji tiltøkini verða, vil hann ikki siga.

Spurningurin um aðalverkfall hevur fyrr verið uppá tal.

Og Gunnleivur Dalsgarð sigur, at tann møguleikin verður tikin uppaftur nú.

? Hvat annars fer at henda viðvíkjandi blokadum o.s.fr., vil hann ikki siga nakað um enn.

? Nær nakað verður sett í verk veit hann heldur ikki.

? Men vit føla okkum fullkomiliga ?reyvrend?. ? Og tá ið vit siga, at tiltøkini verða herd, skal tað takast í fullum álvara, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

Vit fingu onga viðmerking frá Karsten Hansen.