Reportaga
Tað kavar framvegis. Eitt æl kemur spakuliga inn gjøgnum Sørvágsfjørð. Soleiðis hava líkindini verið alla nátt. Esbern, Birgir og Jógvan eru farnir út á vøllin við hvør sínum plógvi, meðan Andrias ruddar framman fyri terminalinum, og Bjarni ger klárt at kanna, hvussu hálur vøllurin er.
Tað er ein lítil tími, síðan telefonin ringdi, og Bjarni boðaði frá í hinum endanum, at hann hevði givið fólkinum boð at møta klokkan seks at rudda vøllin. So har var bara at skunda sær á dyr og vera á vøllinum, áðrenn teir byrjaðu, um ein skuldi fáa nakað við.
Klokkan er knappliga seks hendan seinasta leygarmorgunin í farandi øldini. Alt er so reint og nossligt. Kavin liggur um túnini. Nýkomin kavi. Niðurkomin í nátt. Eingin slóð. Einki, sum óruddar ella órrógvar friðin.
Tær rennur í huga danska sangin: »Der er ingenting i verden så stille som sne...«
Hann fýkur eitt sindur í lítla lotinum og legst í smáum aldum - ov smátt til at kalla skalv - har eitt sindur av læ er.
Bilurin stendur har so fittur púra fjaldur av kavanum, sum lagstur er oman yvir hann. Tað verður ruddað um hurðarnar, so inn slepst. Havi verið so fyrivarin í gjárkvøldið at sproyta olju í lásið, so tað skuldi ikki verið fryst. Men eg átti ongan avísara at sproyta á rútin, so har er ivaleyst alt samanlopið.
Og so er. Tá eg havi sett í gongd, er at fara at rudda av rútunum. Men har er alt ísur undir kavanum. so einki annað er at gera enn at bíða, til bilurin er ornaður so frægt inna, at tað fer at tiðna av forrútinum. Hiti er í bakrútinum, so hann verður avísaður tann vegin. Viskararnir er frystir fastir, so ikki er ráðiligt at taka ov harðliga í, so teir ikki skrædna.
Ája, eitt sindur seinkaður av hesum komi eg út á flogvøllin. Fartelefonin ringir og Bjarni er aftur í hinum endanum.
Hvar eg eri? Jú, eg eri júst komin til terminalin. So er bara at koyra yvir til stóra portrið, so fær hann vaktarmannin í torninum at lata mær upp, so eg kann koma yvir til tornið, har teir halda til.
Og har sita teir so og leggja dagin til rættis. Ikki tí, hetta hava teir gjørt so ofta, at hvør væl veit, hvat hann skal gera. Men hugnaligt er kortini at byrja við einum kafimunni. Og nú fremmandur maður er komin við at síggja, hvussu gjørt verður, er at greiða honum frá sum frægast, so hann fær eina hilling á, hvat tað er, sum fer fram.
Vit fara út í garaguna, har maskinurnar standa. Teir hava latið stóru huðrina upp, so vit ikki kvalast beinanveg, teir seta í gongd.
Maskinur er kanska ikki rætta orðið at brúka um hesi tólini, tí í veruleikanum er tað stórir lastbilar, sum útgjørdir eru við plógvi, bustum og blásarum, sum senda kavan langvegis út av vøllinum, so hvørt teir koma sópandi. Tríggir eru teir í tali, sum skulu út í morgun, umframt tann lítla traktorin, sum Andrias fer við, og jeepin, sum Bjarni koyrir í til tess at máta hálkuna, tá ruddað er.
Vit báðir, Bjarni, fara út á vøllin aftan á teimum, sum grava, fyri at síggja, hvussu tað verður gjørt. Í grundini sera einfalt. Teir koyra í ringi á vøllinum. Allir tríggir á rað. Eitt sindur forskotið, so teir taka kantarnar hvør eftir øðrum. Soleiðis aftur og aftur í ring. Satt at siga eitt troystarleyst arbeiði, sum ongan enda tykist taka, men kortini má gerast.
Onkur skemtilig sál hevur reinaferð sagt, at tað at grava kava, er sum at fáast við konufólk. Rok í erva og hált í neðra. Tað var helst sagt um teir hjá Landsverkfrøðinginum, sum eisini skulu á fjøllini.
Nú eru vit ikki so ovarlaga, at tað skuldi gjørt tað stóra fyri rok. Men tá turrur kavi er og eitt lot, fýkur beinanveg íaftur, har grivið verður. Og soleiðis eisini her.
Vit koyra við jeepinum aftan á teimum stóru kavaruddarunum fyri at kanna, hvussu út sær. Tað kavar aftur, men nú ikki tjykri enn so, at vit síggja kavaruddaran hjá Landsverkfrøðinginum fara blinkandi gult út eftir Bíggjarvegnum. Men so mikið er kortini, at tað rýkur eitt sindur aftur á vøllin, so Bjarni noyðist at biða teir, sum rudda, um at fara afturmaftur.
Vit koyra inn aftur móti torninum. Nú skal hálkan á vøllinum kannast, eftir at teir eru lidnir at rudda. Og tað verður ikki gjørt við bara at koyra skjótt og bremsa hart.
Nei, her er tøkni uppií. Eitt tól, teir nevna tað My-Metur, verður hongt upp í sleipirókin á jeepinum. Hetta stendur so í samband við eitt málitól inni í bilinum, har Bjarni lesur ymisk data. Tað fer soleiðis fram, at hann við ávísari ferð á bilinum fær nøkur virði upp á rútin, sum so siga, um vøllurin er góður ella ringur, sum Bjarni tekur til. Hægri tølini eru, betri er statt við hálkuni.
Jú, tað sær út til, at vøllurin er á góðari leið, heldur Bjarni. Hann hevur hug at taka ein túr aftrat líkasum til eina eyka trygd. Men meðan vit koyra, er ein brestur at hoyra. Vit tosa um, at tað man neyvan vera nakar, sum er farin at skjóta harur longu her í lýsingini. Bjarni fer út og er skjótur aftur og sigur, at tað var annað hjólið á My-Metrinum, sum var punkterað.
So her gerst einki uttan at fara inn aftur í garaguna at bøta. Tað er Andrias óførur til, heldur Bjarni, so hann verður róptur inn aftur at taka sær av havarínum. Og tað er beinanveg, at hann hevur dekkið av og finnur lekan. So er bara at seta á aftur. Sannlíkt tykist, at hann hevur roynt hetta fyrr.
Teir eru lidnir at rudda flogvøllin. Men enn er okkurt smávegis eftir inni við terminalin, nú Andrias varð tikin úr tænastu og gjørdist bøtari. Men tað man fara at bera til at fáa gjørt kortini. Og tíðin nærkast nú til, at fólk fara at koma til fyrsta flogfarið, so aðrar uppgávur hjá vaktini skulu býtast út.
Vit hittast aftur í køkinum og fáa okkum ein kaffimunn, meðan Bjarni setir fólkið út til ymsu uppgávurnar, teir nú skulu til, nú sjálv kavaruddingin er fingin frá hondini.