Heðin Mortensen, borgarstjóri
----------
Gamla orðatakið um, at nýggir kustar feia best, stendur enn eina ferð fyri falli. Nú tað var nýggjur landsstýrismaður, ið skuldi taka støðu til, hvar nýggja Heilsutrygd skuldi vera, var væntandi, at hann ikki datt í somu grøv sum fleiri av teimum royndaru, ið fyrst og fremst royna at tryggja sínar egnu heimsrustir, tá stovnar skulu hava bústað.
Men eisini hesin nýggi datt í grøvina, tí enn hevur hann ikki lagt fram eina einastu sakligu grund fyri, at Heilsutrygd júst húsast best í Klaksvík. Nakrar grundgevingar eru nevndar, men tær eru als ikki sakligar – og í besta føri sera tunnar. Hvørki fakligar, fíggjarligar ella vanliga rationellar grundgevingar eru komnar fram, men bert slíkar, ið mest líkjast verju av tilvildarligum avgerðum!
Sostatt bendir einki á, at landsstýrið enn hevur sæð skriftina á vegginum, men bara roynir at fortelja øðrum, hvussu landsins ognir verða best røktar og vardar – uttan sjálvt at vita ella vísa, hvat tað merkir. Vit hava ferð eftir ferð sæð, hvussu milliónir oman á milliónir verða blástar upp í luftina, tí nú skal nakað nýtt og øðrvísi roynast, og so er eisini hesa ferð. Her er einki nýtt!
Haltar allar vegir
Landsstýrismaðurin hevur brúkt sum grundgeving, at Klaksvík er eitt upplagt val, tí har er stutt til bæði apotek og sjúkrahús. Tann treytin verður eisini uppfylt í Havn og á Tvøroyri, men tó hevur ongantíð verið ætlað annað, enn at Heilsutrygd skuldi til Klaksvíkar. Og hvat ólukkan hava forrestin apotek og sjúkrahús við tað at gera, hvar Heilsutrygd skal húsast?
Í Klaksvík skal Heilsutrygd halda til í leigaðum hølum, so tí vita vit longu nú, at leiguútreiðslur verða av stovninum. Vildi landsstýrismaðurin víst samfelagssinni og spart eitt sindur, kundi hann í staðin valt Havnina, Fuglafjørð ella Tvøroyri, tí har eiga sjúkrakassarnir longu høli. Og har hevði verið klárt at flutt inn beinanvegin – uttan eina krónu í leiguútreiðslu!
Teir 11 sjúkrakassarnir hava tilsamans havt smá 15 ársverk, men nú skal alt landið avgreiðast av teimum báðum starvsfólkunum, sum frammanundan eru í starvi í Klaksvík – og landsstýrismaðurin sigur, at starvsfólk hjá Heilsumálaráðnum skulu hjálpa til at byrja við. Álvaratos, hava tey ikki annað at takast við í Heilsumálaráðnum, enn at hjálpa landsstýrismanninum at føra lokalpolitikk við Heilsutrygd, tí landsstýrismaðurin hevur gloymt at hugsa seg um, áðrenn hann í óðum verkum hevur lagt stovnin í Klaksvík? Og hvat við hinum 13 fólkunum, sum nú missa síni størv, tey hevur landsstýrismaðurin enn ikki borið upp á tungu.
Í nýggjársrøðu síni til Føroya fólk sigur løgmaður, at vit nú fara at skriva nýggjan kapitul í heilsusøgu Føroya, tá nýggja skipan við almannari heilsutrygd kemur í gildi. Skipanin er samhaldsføst og ger umsitingina smidligari og bíligari – gamaní, men hví so ikki taka støði í tí. Hví ikki heldur gera brúk av fleiri av teimum, ið gjøgnum árini hava vunnið sær drúgvar royndir á økinum í teimum 11 sjúkrakassunum, ið hava verið frammanundan? Her sær svart út við fakliga grundarlagnum, ið ofta er tað fyrsta, ið verður ofrað, tá stovnar fyri ein og hvønn prís skulu leggjast á persónliga heimabeitinum hjá avvarðandi landsstýrismanni. Her er alt sum fyrr!
Órógvandi grundgevingar
Tað er veruliga spell at síggja, at vit ikki eru komin longur, tí hetta er eitt klassadømi um, hvussu landsstýrið arbeiðir við bindi fyri eyguni. Grundgevingarnar eru ongar, men kortini ber til hjá einum landsstýrismanni at trumfa sítt ígjøgnum – kosta, hvat tað kosta vil! At tað í síðsta enda óivað kostar meira, at fakliga grundarlagið kanska má leggjast heldur lægri, at stovnurin helst ikki virkar optimalt – tað hevur minni at siga, bara yvirskipaða málið verður fylgt. Eykakostnaðurin fyri at flyta Strandfaraskip Landsins er eitt talan dømi.
At billa sær inn, at almennir stovnar skulu seta gongd á í útjaðaranum, og at teimum á baki kemur óivað betur vinnulív, mentanarlív og alt møguligt annað, er alt ein stór misskiljing, tí sum oftast er náttúrliga gongdin júst tann øvugta. Men tað hevur einki at siga, nú tað er blivið hægsti móti at fáa tømt miðstaðarøkið fyri almennar stovnar – sjálvt um tað ikki virkar.
Landsstýrismaðurin kundi víst seg sum undangongumann, hevði hann valt at hugt at heildini, heldur enn bara at fylgt lokalpatriotiskum áhugamálum. Hann kundi gingið undan, um hann tók tað besta frá fyrrverandi sjúkrakassunum og á fíggjarliga skynsaman hátt gav Heilsutrygd karmar, ið vóru uttan eykaútreiðslur. Men hann valdi heldur at ganga í fótasporunum hjá teimum, ið halda tað geva besta úrslit, at almennir stovnar verða spjaddir í so nógvar ættir sum gjørligt, hetta hósat at løgmaður í nýggjársrøðuni slær fast, at kravið fyri breiðum semjum at røkka settum málum er at tora at hava felags langtíðarmál og seta egnu áhugamál til viks fyri at tæna landi og fólki.
Hetta er tíverri reglan, heldur enn undantakið, og tí mugu vit enn eina ferð ásanna, at visjónir ikki er sterkasta síðan hjá landsstýrinum. Tað snýr seg tíverri framvegis um rossahandlar og egin áhugamál, har órógvandi grundgevingar ongantíð koma upp í part, og tí liggur landið vælsaktans eisini, sum tað liggur! Skammið tykkum!