Kvinnan hevði drigist við gallstein í longri tíð.
Í november 1999 var hon til kanningar á Landssjúkrahúsinum, men tá varð avgerð tikin um ikki at skurðviðgera. Í staðin varð hon kallað inn aftur á sjúkrahúsið 26. januar at skerast fyri gallstein, men orsakað av einum forkølilsi og harav fylgjandi fepuri, bleiv einki gjørt við konuna á tí sinni, og hon varð send heim aftur.
Síðani hendir tað, at kvinnan fær ikki færri enn tveir innleggingarseðlar, ein, ið er ætlaður framhaldandi viðgerð fyri gallstein, og ein, ið er ætlaður skurðviðgerð.
Tá hon ringir og spyr, hvønn innleggingarseðil, hon skal halda seg til, fær hon at vita, at hon skal skruðviðgerðast.
Hon verður innløgd 23. februar 2000, og eftir forkanningar var 57 ára gamla kvinnan so løgd undir skurð dagin eftir, 24. februar.
Kvinnan fær so at vita frá skurðviðgerandi læknanum, at alt var gingið sum ætlað, men at hann skuldi av landinum dagin eftir.
So far so good, kann sigast. Sama dag gekst eisini alt gott, men dagin eftir sóu vinir og kenningar, at alt ruggaði ikki rætt.
Í rættinum mánadagin greiddi maðurin frá, at talan var um eina lutfalsliga lítla skurðviðgerð, so tey sóu tað ikki fyri neyðini, at maðurin skuldi koma norður um fjør fyri at vera við konuni.
- Ein systir mín og ein svigarinna vitjaðu konuna, og tey sóu skjótt, at har ruggaði ikki rætt, greiddi maðurin frá í rættinum.
Ógvusliga pínu
Tað gekk ikki long tíð, áðrenn 57 ára gamla kvinnan visti tekin um, at alt ikki var, sum tað skuldi. Hon fekk sterka pínu, gjørdist bæði gul og bleik og so spýði hon.
- Tá systur mín og svigarinnan komu at vitja tann 26. februar greiddi konan frá, at pínan hevði verið so ring náttina fyri, at tey máttu leggja hana í einarúm, so nógv ýldi og brølaði hon av pínu, greiddi maðurin frá í rættinum mánadagin.
Hendan dagin hevði dótturin hjá svigarinnuni ringan illgruna um, at okkurt var áfatt. Hon gjørdi tí av at fara oman aftur á Landssjúkrahúsið um kvøldið tann 27. februar, og komin á sjúkrahúsið fær hon at vita, at kvinnan hevði fingið hjartasteðg og nú lá í respiratori.
Læknarnir høvdu annars ætlað at skriva kvinnuna út, men av tí at veðrið var rættiliga ruskut varð mælt til, at kvinnan varð liggjandi á Landssjúkrahúsinum heldur enn at fara suður við Smyrli og koma í vanda fyri at spýggja illa.
Tað lá tí ongantíð rættiliga í kortunum, at maðurin skuldi koma norður til Havnar, men leygardagin hevði kvinnan biðið starvsfólkið um at ringt eftir manninum, men hesari áheitan høvdu tey ikki eftirkomið.
Maðurin fekk tí ikki møguleika at koma norður um fjørð fyrr enn klokkan 15.30 sunnudagin, og tá bíðaði fólk eftir honum á kaini, og hann fekk at vita, at skuldi hann síggja konuna á lívi, skuldi berast skjótt at.
Hon lá tá sum kunnugt í respiratori, og raknaði ongantíð við aftur. Hon var søgd deyð at vera dagin eftir, mánadagin 28. februar 2000.
Kærdi beinanvegin
Tað stóð øllum greitt, at her var talan um forsømilsi av onkrum slag, og longu tveir dagar eftir deyðsfallið, 1. mars 2000, var ein kæra latin til landslæknan.
Men tað spurdist ikki nógv burtur úr fyrstu royndini.
Kæran varð send til Sundhedsvæsenets Patientklagenævn, men í fyrsta svarinum frá teimum var als eingin kritikkur av handfaringini hjá læknunum á sjúkrahúsinum.
Men familjan gavst ikki so á hondum, og Patientklagenævnet fekk kæruna á øðrum sinni.
Nú sigur nevndin, at ikki var rætt atborið, tá læknarnir ikki reageraðu upp á sjónlig symptomir um, at hol var á gallinum, og at tað rann inn í búkholuna. Tað var hetta, sum førdi til, at kvinnan gjørdist gul og bleik, hevði ógvusliga pínu og spýði illa.
Eisini Rættslæknaráðið kom upp í málið, og teirra niðurstøða var somuleiðis, at læknarnir áttu at varnast týðiligu tekinini um, at hol var á gallinum.
Rættslæknaráðið segði, at tað var ikki í lagi, at ein nýggj skurðviðgerð ikki var framd. Somuleiðis funnust teir at, at eigin ERC-skanning var framd fyri at staðfesta, um hol var á gallinum, og harvið ein leki inn í búkholuna.
ERC-skanning er serfrøði, og finst hendan serfrøði ikki, eigur ein kikarakanning at verða gjørd í staðin fyri at staðfesta, um gall lekur inn í búkholuna, segði Rættslæknaráðið.
Fyri familjuna hevði tað týdning, at onkur viðgekk at hava gjørt ein feil. Tey settu seg tí í samband við ein danskan advokat, sum samráddi seg fram til eitt endurgjald upp á 361.000 krónur. Men semja fekst ikki um orðingina, og fyri so vítt heldur ikki um upphæddina.
Tikið upp til dóms
Avgjørt varð síðani at stevna Landssjúkrahúsinum í 2005. Tá hevði málið longu koyrt í fimm ár, men at tað skuldu ganga átta ár aftrat, áðrenn málið endaliga kom fyri í rættinum, muni ikki vara nakran.
Men soleiðis varð.
Rættslæknaráðið varð so drigið upp í málið, og teirra upprunaliga svar kom 10. august 2011. Tað var henda niðurstøða, sum umrøddi ERC-skanningina, og har verður eisini sagt, at skurðlæknin ikki handlaði eftir fyriskriftunum, og eisini verður sagt, at ikki var handlað eftir røttum normum, tá tað gjørdist greitt, at talan var um leka við pínu, spýggjan og fepuri.
Heilt óvanligt ynskti Landssjúkrahúsið at stilla supplerandi spurningar, og tað gav rætturin loyvi til.
Men Rættslæknaráðið endurtók bara sítt upprunaliga svar, og harvið var tað.
Heilt fram til rættarmálið mánadagin royndi familjan at greiða støðuna, so sleppast kundi undan dómsfelling, men ein fundur við Tryggingarfelagið Føroyar gav kortini einki úrslit, tí felagið vildi bert gjalda helmingin av kravinum frá familjuni.
Maður deyðu kvinnuna vitnaði í rættinum mánadagin, og greiddi gjølla frá bæði lívinum, tey høvdu havt saman, og eisini um lagnutungu dagarnar í februar 2000, tá konan doyði.
Kravið frá familjuni er 946.850 krónur í endurgjaldi, meðan mótparturin bjóðar í mesta lagi ein bróðurpart av teirri upphæddini.
Dómarin í málinum tekur sær sína tíð at døma í málinum, men vónar at kunna siga dómin áðrenn summarfrítíðin byrjar av álvara.
Annars ber til at lesa meira um hetta málið í Sosialinum fríggjadagin.