Flott uppgáva um listaskúla

27 ára gamla Nina Alberg Arge úr Havn er akkurát liðug at lesa til arkitekt. Endaliga verkætlanin hjá henni var, at gera eitt dømi um, hvussu listaskúlin í Sandi kundi sæð út.
 Føroyska náttúran gav mær íblástur, og brattlendið er ein spennandi avbjóðing, sigur Nina

Nina Alberg Arge, 27 ár, er akkurát vorðin liðug sum arkitekt. Nina gjørdi av, at hon skal vera arkitekt, tá ið hon gekk í studentaskúla. Tá ið hon var vorðin studentur, fór hon niður á listaskúla í eitt ár, har ið hon valdi arkitektur-linjuna. Eftir hetta fór hon at lesa til arkitekt í Århus. Hon gjørdist liðug í summar eftir fimm ára lestur.
Nina sigur, at arkitektur-útbúgvingin er mest bygd uppá at stimbra tín kreativitet. Tey hava eisini teori, men tað er ikki so nógv. Tað verður arbeitt sera nógv við verkætlanum. Endaliga verkætlanin hjá Ninu er eitt modell av tí ætlaða listaskúlanum á Sandi. Hon hevur tikið útgangsstøði í einari frágreiðing, sum ein útvald nevnd hjá undanfarna landsstýrið hevur skrivað.
Íblastur úr Sandi
Nina hevði hugsað um ymiskar møguleikar til endaligu uppgávuna, men til endans valdi hon listaskúlan á Sandi. Tað var nógv frammi um skúlan fyri nøkrum árum síðani, men nú er ikki so nógv at hoyra til hann. Tað er helst tí, at nýggj samgonga er komin, sum ikki raðfestir listaskúlan líka frammarlaga sum undanfarna.
- Eg hugsaði, at tað kundi verið spennandi at gjørt eitt uppskot um, hvussu listaskúlin kann síggja út. Tað er eisini ein politisk síða av tí, sum er spennandi. Kanska kann hendan uppgávan birta kjakið um listaskúlan aftur, sigur Nina.
Sandoyarfólk vístu áhuga fyri verkætlanini, og tey fara eisini at sýna uppgávuna fram á Sandi.
- Eg haldi, at tað hevði verið eitt gott hugskot við einum tílíkum skúla. Tað kann styrkja samleikan hjá føroyskum listafólkum.
- Men eg vil ikki leggja meg í politiska kjakið um skúlan. Eg valdi at gera uppgávuna um skúlan einans orsakað av teimum fakligu avbjóðingunum. Tað var als ikki av hugsjónarligum orsøkum, sigur hon.
Møgulig inntøkukelda
Nina hevur sjálv gingið á listaskúla í Danmark, og hon heldur, at tað kundi verið ein styrki hjá Føroyum at fingið ein listaskúla.
- Tað er sjálvandi sunt at fara av landinum, men kanska summi ikki koma heim aftur. Í Danmark er ikki alt, sum tú lærir viðkomandi fyri føroyingar, tí at vit hava eitt øðrvísi umhvørvi og eina øðrvísi mentan.
- Ein tílíkur skúli kundi verið eitt listaumhvørvi, har ið tann føroyski listasamleikin verður hjúklaður. Eisini kundi vit fingið íblástur frá útlendskum listafólkum, sum kunnu koma henda vegin at undrivísa.
Nina heldur, at listin kann gerast ein møgulig inntøkukelda hjá føroyingum. Men tá er týdningarmikið, at hon verður stimbrað.
Fellur inn í landslagið
Modellið hjá Ninu liggur norðan fyri bygdina. Staðið hevur hon valt, tí at tað er brattlendið, og tað er veðurgott. Modellið er sera vakurt við flagtakið og nógvum rútum.
Tá ið hon fór í starvsvenjing, valdi hon at fara til Norra, tí at har arbeiða tey nógv við brattlendi. Hetta gjørdi hon miðvíst fyri at kunna fáa kunnleika við lendi, sum er líkt tí føroyska.
- Í skúlanum í Danmark arbeiddu vit als ikki við, hvussu lendið er, tí at har er næstan allastaðni púra flatt. Tað var ein fyrimunur hjá mær at hava royndirnar úr Norra, tá ið eg gjørdi uppgávuna um listaskúlan á Sandi, sigur Nina.
Bygningurin fellur inn í landslagið, og tað er eisini hugsanin hjá Ninu.
- Tað er eitt samspæl millum náttúruna og bygningin.
- Ofta leita listafólk eftir friði og íblástri, og hetta umhvørvi kann geva teimum íbástur frá okkara vøkru náttúru. Eg rokni við, at tað hevði eisini drigið útlendsk listafólk henda vegin, sigur Nina.
Bygningurin er gjørdur eins og fjallaruturnar. Tað ber til at ganga eftir tekjuni á skúlanum. Eisini verður ein gøta frá skúlanum oman til fjøruna. Sostatt kanst tú fara frá bygdini ein túr til listaskúlan og so víðari niðan í hagan.
- Fyri meg hevur tað stóran týdning, at skúlin passar inn í umhvørvi, og tí havi eg eisini sett ein biograf og eina framsýningarhøll í bygningin. Sostatt kunnu bygdafólkini eisini fáa gleði av skúlanum.
Ætlar aftur til Føroya
Eftir summarfrítíðina fer Nina niður aftur til Danmarkar, tí at sjeikurin er ikki liðugur at lesa enn. Hon kundi tó hugsað sær at komið aftur til Føroya at búsett seg.
Spurd, um tað er ein marknaður fyri einum arkitekti í Føroyum, sigur hon, at tað er nógv at gera nú. Men tú veitst ongantíð, hvussu framtíðin verður.
- Ofta verða tær føroysku verkætlanirnar so kroystar fíggjarliga, at arkitekturin als ikki hevur nóg mikið frælsi at gera sítt arbeiði. Kanska føroyingar ikki ordiliga hava skilt týdningin av at fáa bygningar dygdargóðar og vakrar. Tað hevur týdning, tí at modernaði marknaðurin leggur stóran dent á image, sigur Nina.
- Á arkitektaskúlanum arbeiddu vit sera nógv við verkætlanum. Tað vóru nærum fantasi.verkætlanir, tí at tað var einans hugflogið, sum setti markið. Vit skuldu ikki hugsa um nakra fíggjarætlan og heldur ikki um lendið, tí at tað er bara flatlendi í Danmark. Hetta verður gjørt soleiðis, tí at fremsta endamálið hjá skúlanum er at stimbra okkara hugflog og skapanarevni.
- Nú verður tað spennandi at koma út á arbeiðsmarknaðin og royna meg við eitt sindur øðrvísi fortreytum, sigur Nina.
Framsýning við uppgávuni hjá Nina Alberg Arge verður á Sandi mánadagin. Ætlandi verður eisini ein framsýning í Havn einaferð í September.