Feskar upsavørur er framtíðin

- Tað er mest sum ógjørligt at kappast við frysta blokkin úr Kina. Útlendsku keypararnir halda, at okkara framtíð liggur í feskum upsavørum og ymiskum portiónum, sigur Olaf Olsen, sum var við á upsafundinum á Hotel Hafnia í síðstu viku

Upsi

Nógvur upsi hevur verið at fingið seinastu árini, men hann hevur verið rættiliga smáttfallandi. Størsti parturin av veiðini hjá partrolarunum hevur verið upsi 4 og upsi 3. Nú í vetur hevur upsin kanska verið heldur frægari til støddar, men hann er framvegis smáur. Við lágum upsaprísum og høgum oljuprísum hevur verið torført hjá reiðaríunum, sum hava partrolarar, at fáa lønsemi í upsaveiðina. Tískil hava nógv skip givið hall seinasta árið, og eingin ítøkilig ábending er um, at nøkur munandi broyting verður í ár.
Í síðstu viku var stórur fundur á Hotel Hafnia um útlitini fyri upsamarknaðinum og ein teirra, sum var við á hesum fundi, var Olaf Olsen, ið hevur verið reiðari í mong ár. Hann var eisini ein av røðarunum á fundinum, har hann tosaði um upsaveiði-og veiðihagtøl.

Fesk framtíð

Sum skilst á Olafi, var hann heldur meira bjartskygdur eftir fundin, enn hann var fyri fundin, tí bæði stórir týskir og franskir keyparar vísti á, at upsin framvegis er áhugaverdur á marknaðinum. Haraftrat vístu norðmenn á, hvussu teir hava økt sín marknaðarpart av upsa í eitt nú Ukraina og Ruslandi umframt, at onnur eysturevropeisk lond eisini vilja hava upsa, sum er ein lutfalsliga bíligur, men góður fiskur.
Olaf Olsen sigur, at keyparar løgdu dent á, at framtíðin hjá føroyingum við upsanum í fyrsta lagi liggur í at selja hann sum fesk fløk, ymiskar portiónir ella sum rundan fisk.
- Tað er næstan ógjørligt at kappast við frysta blokkin úr Kina. Kinverjar keypa frystan upsa, sum teir tiðna og virka í blokk. Tíðin er eftir øllum at døma farin frá hesi framleiðslu hjá okkum.
Spurdur, um hann heldur, at nøkur ítøkilig vend er at síggja við upsanum, nú prísirnir í longri tíð hava verið ógvuliga lágir, sigur Olaf:
- Tað er trupult at fáa eyga á nakað ítøkiligt í løtuni, men prísirnir eru kanska eitt lítið sindur betur beint nú, enn teir hava verið. Eg dugi tó ikki at síggja nakað ávíst sum sigur okkum, at prísirnir fara at økjast nakað munandi beinanvegin.
Og tó, sigur Olaf.
- Marknaðurin eystanfyri veksur fyri fleiri fiskasløg, og tá ið eysturevropear vilja hava bíligan og góðan fisk, er upsin eitt gott boð. So, á tann hátt er kanska okkurt í væntu, sigur hann.
Olaf Olsen vísir á, at nú upsaprísurin hevur verið í botni, er næstan bara ein vegur ? um vit kunnu siga soleiðis, og tað er uppeftir.

Knappligar broytingar

- Vit hava áður sæð, hvussu knappliga marknaðurin á fiski sum heild kundi broytast ? uttan at vit sum so høvdu varhugan av, at hetta fór at henda. Taka vit árið 1997 og 1998, so broyttist fiskaprísurin ógvuliga skjótt, tí marknaðurin gjørdist so stórur, og hetta kom ikki minst upsaprísinum til góðar, sum fór uppí einar 9 krónur fyri kilo.
Men, sigur Olaf:
- Tá ið prísirnir eru so høgir, sum teir vóru tá, var eisini vandi fyri, at teir fóru niðureftir aftur, og sum tíðin leið hendi hetta í ólukkumát.
Hann heldur, at tað er so ógvuliga sjáldan, at vit frammanundan vita um tað, sum hendir í vinnuni, og hetta er eisini galdandi fyri fiskaprísin eins og fiskiskapin.
Olaf sigur, at tað hevði tænt fiskaprísinum, um dollarin hækkaði.
- Eg vil siga, at tað er dollarin, sum hevur størstu ávirkanina á fiskaprísin. Fellir dollarin, selja teir, sum plaga at selja fiskavørur til Ameriku, heldur vørurnar til Evropu, og tá floymir eisini annar fiskur, eitt nú heykur, hoki og pollokur inn yvir evropeiska marknaðin.
Hann sigur, at sjálvandi hevur ein høgur dollari eisini sína ávirkan á oljuprísirnar, men í longdini hevur tað størri týdning fyri vinnuna, at fiskaprísirnir eru góðir, hóast oljuprísirnir hækka samstundis av einum sterkari dollara.

Lágur miðalprísur

- Miðalprísurin á upsa var í fjør væl niðanfyri 4 krónur fyri kilo, og bert vit fingu eina krónu omaná prísin, hevði hetta gjørt upsaveiðina nógv meira áhugaverda. Vit fiska eini 40.000 tons av upsa um árið, og ein króna oman á prísin hevði tískil merkt 40 miljónir krónur um árið.
Olaf vísir á, at viðhvørt gongur vinnan soleiðis, at tú hevur hug at missa mótið - og viðhvørt er mótið ógvuliga gott.
Soleiðis er tað nú einaferð í fiskivinnuni.
- Jú, eg haldi, at tað er ein rímiliga góður møguleiki fyri, at tað fer at ganga heldur betur hjá teimum sum fiska upsa í ár, heldur hann.
Hann sigur, at hóast mangt bendir á, at tað verður tann feska upsavøran, sum fer at loysa seg best hjá okkum í framtíðini, so skulu vit kortini ikki gloyma, at aðrar framleiðslur úr upsa stundum eisini kunnu vera áhugaverdar, og her er eitt nú talan um saktfløk og flaktur saltaður upsi.
- Men tað hevur so lítil stórur upsi verið at fingið seinastu árini, og tí hevur henda framleiðsla ikki verið so stór, sigur Olaf, sum vísir á, at meginparturin av saltaða upsanum er farin til Miðameriku og Brasiliu.
Partrolaraflotin er ein stórur partur av okkara ísfiskavinnu, og høvuðsfiskaslagið hjá hesum partinum av flotanum er upsi.
- Tí kunnu vit bert vóna, at tað fer at ganga betur við at selja upsa í ár, sigur hann at enda.