Altjóða universitet fær ungdómin heim aftur

Alt bendir á, at útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum eru við til at rótfesta okkara unga ættarlið í Føroyum. Hetta sigur Hans Pauli Joensen, vararektari á Fróðskaparsetrinum, sum fegnast um orðaskiftið um altjóða universitet í Føroyum

Jú betur útbúgvingarmøguleikar í Føroyum – jú fleiri vælútbúgvin fólk fara at støðast í Føroyum. Hetta er ein av týdningarmestu orsøkunum til at hava universitet í Føroyum. So

greiður er boðskapurin hjá Hans Paula Joensen, leiðara á Náttúruvísindadeildini og vararektara á Fróðskaparsetrinum.

Hann vísir á, at tað er áhugavert at notera sær, at meginparturin av teimum, sum higartil hava tikið framhaldandi útbúgvingar uttanlands oman á útbúgvingar frá Fróðskaparsetrinum, eru komin aftur til Føroya at arbeiða.

- Tí er eisini áhugavert at hoyra fleiri valevni mæla til at seta eitt altjóða universitet

á stovn í Føroyum. Áherðsla verður løgd á orðið altjóða, og tað er eisini í sjálvum

sær áhugavert, sigur vararektarin á setrinum.

 

 

Kardinalpunkt

Áhugin fyri universitetinum spretti aftur í sambandi við orðaskiftið um fólkatrot og undirskotið á kvinnum. Fleiri fólk hava gjørt vart við, at einasti vegur burturúr hesum átrokandi demografiska trupulleika er at fáa eitt rættiligt universitet til Føroyar.

- Stóri trupulleikin er, at føroyskur ungdómur fer av landinum at taka hægri útbúgvingar og ikki flytur aftur til Føroya. Tey flestu munnu vera samd um, at tað er ein vandaleið fyri samfelagið, at tey klóku høvdini hvørva úr samfelagnum, sigur Hans Pauli Joensen, sum í hesum sambandi eisini vísir á, at góðir karmar fyri vísindaligum arbeiði er fortreyt

fyri at fáa granskarar uttanlands at koma til Føroya.

- Eitt vælvirkandi universitetsumhvørvi er eitt kardinalpunkt í hesum samanhangi, sigur hann og fegnast um, at valevni úr øllum flokkum markera týdningin av, at Føroyar hava eitt rættiligt universitet. Og hann vísir á, at vit kunnu hava góðar vónir um, at ein munandi menning av føroyska universitetinum fer at henda í komandi valskeiði, tí hægri útbúgving og gransking – tvs kjarnuøkini á einum og hvørjum universiteti – eru nú sett á

tvørpolitisku dagsskránna.

 

Fáa vit granskarar til universitetið?

Hans Pauli Joensen vísir á, at vit longu hava eitt lítið universitet í Føroyum. Men til tess at menna Fróðskaparsetrið til eitt “rættiligt” universitet, verður neyðugt at fáa vísindafólk

at flyta til Føroya úr útheiminum, bæði føroyingar og útlendingar.

- Men tað er ikki bara sum at siga tað at fáa royndar granskarar at flyta til Føroya úr vælvirkandi granskingarumhvørvum uttanlands. Skal tað eydnast, er neyðugt við einum greiðum politiskum boðskapi um, at tað veruliga verður satsað uppá at menna universitetsumhvørvið í Føroyum, sigur hann. Og hann greiðir víðari frá, at

boðskapurin má fevna um økta játtan til at seta fleiri vísindafólk og til hóskandi

karmar til virksemið, bæði til høli og útgerð.

- Vónandi fer hetta at síggjast aftur longu í fyrstu fíggjarlógini hjá komandi

samgonguni, tá ræður um játtan til Fróðskaparsetrið.

 

Hava longu universitet

Í Føroyum er longu eitt universitet, men vararektarin sigur, at tað er so lítið, at

fleiri ikki geva sær far um tað. Tað er viðurkent í altjóða granskingar og

útbúgvingarhøpi, men resursirnar eru sera smáar heldur hann eisini. Árliga

fíggjarlógarjáttanin til alt tað føroyska universitetsvirksemi er í dag umleið 20

milliónir krónur, sundurlutað í miðfyrisiting og tríggjar deildir.

Hans Pauli Joensen sigur, at útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum eru longu altjóða útbúgvingar. Í dag verða akademiskar útbúgvingar í Evropa skipaðar í trimum stigum eftir sonevndu Bolognaskipanini: fyrst bachelor (3ár), síðan master (2 ár) og at enda PhD (3ár). Fróðskaparsetrið skipaði sum eitt tað fyrsta universitetið í norðurlondum sínar útbúgvingar í náttúruvísindum og tøkni eftir hesum leisti.

Tey fyrstu bachelorprógvini frá Fróðskaparsetrinum vórðu útskrivað longu í

1989.

Við hesum útbúgvingum frá Fróðskaparsetrinum eru ung fólk seinastu 18 árini farin út á arbeiðsmarknaðin og til onnur universitet at útbúgva seg víðari. Nevnast kann t.d., at bachelorar frá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum hava tikið víðari útbúgvingar í londum sum New Zealandi, Onglandi, Skotlandi, USA, Danmark, Noregi og Svøríki. Hetta letur seg gera, júst tí útbúgvingarnar eru skipaðar sum altjóða útbúgvingar, vísir Hans Pauli Joesen á. Og hann sigur víðari, at føroyska universitetssøgan byrjaði við stovnsetingini av Fróðskaparsetri Føroya í 1965. Í umleið hálva øld hevur sostatt verið arbeitt við at menna eitt universitet í Føroyum.

- Fróðskaparsetrið fekk universitetsstatus við løgtingslóg í 1990. Men politiska raðfestingin av universitetsvirksemi í Føroyum hevur higartil verið í lakara lagi, sigur hann.

 

Nýggjar altjóða útbúgvingar

Vararektarin og leiðarin á Náttúruvísindadeildini heldur tað vera áhugavert at hoyra valevni leggja dent á, at tað skal bera til at taka enn fleiri hægri útbúgvingar í Føroyum. Hesum verður júst arbeitt við í hesum døgum á Fróðskaparsetrinum, har ætlanin er at bjóða tríggjar nýggjar útbúgvingar á Náttúruvísindadeildini á sumri 2008. Hesar hava

atlit til kunningartøkni, jarð- og havfrøði og lívfrøði.

Í útbúgvingunum verða atlit til m.a. vinnulív, føroysku undirgrundina, veðurlagsbroytingar og umhvørvi á sjógvi og landi. Útbúgvingarnar eru skipaðar eftir altjóða leisti, men viðurskifti av týdningi fyri føroyska samfelagið og føroysku náttúruna eru ein natúrligur partur í útbúgvingunum á Fróðskaparsetrinum.

- Og tað er við til at menna áhugan hjá studentunum at virka í Føroyum eftir lokna útbúgving, sigur hann, og vísur á, at Fróðskaparsetrið hevur gjørt útgreinaðar kostnaðarætlanir fyri nýggju útbúgvingarnar, og vónar at fáa ein dialog við politisku

myndugleikarnar um tær, eftir at nýtt landsstýri er skipað.

Nýggju útbúgvingarnar fevna um evni av týdningi bæði fyri Føroyar og fyri globala samfelagið. Tær eru altjóða útbúgvingar, og kunnu tí eisini bjóðast studentum úr øðrum londum.

- Hetta kann skapa grundarlag fyri einum altjóða studentaumhvørvi í Føroyum. Eisini ber til at skipa fyri, at føroysku studentarnir kunnu taka partar av útbúgvingini á Fróðskaparsetrinum á universitetum uttanlands, sigur hann.

 

Nýtt universitet

Eitt lógaruppskot um eitt nýtt universitet var eitt av teimum uppskotunum, ið ikki náddi at verða avgreitt áðrenn løgtingsvalið varð útskrivað. Men sum skiltist í ávegis viðgerðini í tinginum, so var meiriluti fyri uppskotinum. Ein týðandi partur í lógaruppskotinum er, at núverandi Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Læraraskúli og Sjúkrarøktarfrøði skúli Føroya verða lagdir saman til eitt nýtt universitet – framvegis við navninum Fróðskaparsetur Føroya.

- Vónandi verður hetta málið tikið skjótt upp aftur av samgonguni, sum verður skipað eftir valið. Hetta er ein týðandi liður í at samskipa hægri útbúgvingar í Føroyum í eitt størri universitetsumhvørvi. Tó so, samskipanin í sjálvum sær merkir ikki vøkstur í virkseminum. Til tess er sjálvandi tørvur á fleiri resursum til vísindafólk, til útgerð og til høli, sigur Hans Pauli Joensen við Sosialin.