ynski at kunna sleppa inn á útlendska marknaðinum við vørum og tænastum. Føroyingar hittu tí fleiri fólk frá kontraktdeildini hjá Statoil. Sosialurin skilur á luttakarunum, at teir fingu nógv burtur úr. [...] teir royndu at greiða føroyski fyritøkunum, hvat skal til fyri at koma inn á útlendska marknaðin eitt nú norskt øki. Men hvørjir eru møguleikarnir hjá føroyingum at koma inn á tann stóra norska marknaðin [...] og altjóða fyritøkur um sáttmálar? Rúni Hansen sigur, at vit mugu hava bæði beinini á jørðini. Men nú høvdu virkini so møguleika at fáa at vita, hvat skal til. Tað eru einstakir smáir undirveitarar, ið
lønarsamráðingar og skattapolitikkur eru tvey ymisk mál, sum ikki skulu balndast saman? ? Ja, tað eri eg ikki ósamdur um, sum so og sjálvsagt skulu vit ikki samráðast við fakfeløgini um skattapolitikk. Men eg [...] Lønarkrøv og skattalætti ?Tað, sum hevur týdning, er, hvussu nógv fólk hava eftir í lønarposanum, tá í skatturin er goldin. Og tað er ikki bara ein máti at hækka lønina uppá. Karsten Hansen, landsstýrismaður [...] ætlar sær at venda. Tað, sum hann ætlar sær, er at fáa eina avtalu í lag við fakfeløgini um at tey skulu fáa skattalættar, men at tey so afturfyri halda aftur í lønarkrøvunum. Karsten Hansen leggur tó dent
nógvir sendarar skulu setast upp fyri at røkka størri part av landinum, sigur hann. Einar 20 rásir Tróndur Djurhuus sigur, at teir vita eisini sum heild, hvørjar rásirnar verða, sum skulu senda. Samráðst [...] Føroya Tele, sum arbeiðir við ætlanini, sigur, at sáttmálar eru gjørdir við at kalla øll tey, sum skulu levera tað teknisku útgerðina. ? Vónandi er tann tekniska útgerðin sett upp og fingin at virka tíðliga [...] fara undir sendingarnar stutt eftir. Tróndur Djurhuus sigur, at í fyrstu atløgu verða tað tey, sum nú síggja Rás Tórshavn, sum fara at síggja nýggju rásirnar hjá Føroya Tele. Men harumframt er ætlanin
til 125?, sum er 35? brattari enn tað brattasta av Oyrargjógv og niðan á Háls. Vegirnir, sum gerast skulu í sambandi við brúnna skuldu verða um 5.150 metrar til longdar, og bergholið til Vatnsoyrar skuldi [...] vegi og bergholi til Vatnsoyrar. Nógv varð sjálvandi tosað um hetta uppskotið um heingibrúnna, sum fólk ikki tóku heilt í álvara ? tey hildu tað vera luftkastellir. Um hetta mundið sótu Javnaðarflokkurin [...] var ikki hugsingur um at tosa um at bora ein tunnil undir sundinum. Høvdu vit gjørt tað, so høvdu fólk hildið okkum verið nógv ørari, sigur Vilhelm Nielsen við einum smíli. Umframt at vera løgtingsmaður
tikin nakað áðrenn síðstu jól. Og hon stendur við. Men júst nú er tað túrurin upp á Baruntse, sum telur. Hann er tað tídningarmiklasta júst nú. Eftir at Johnny í marts mánað var í bløðunum og greiddi frá [...] fleiri ferðir, og nú gleði eg meg bara til at sleppa avstað, greiðir Johnny frá. Um tríggjar vikur fer Johnny til Danmarkar, og síðan gongur leiðin til Nepal. Umframt vestmenningin skulu 11 danir við á ferðina [...] gangast skal um dalar og fjøll, men veruliga royndin kemur ikki, fyrr enn teir síðstu 2-3000 metrarnir skulu klívast í kava og ísi. Og tá komið er upp í 6000 metra hædd og tunna luftin sýgur alla megi úr kroppinum
kongafisk í altjóða sjógvi ? uttanum avtaluna við Grønland, og nú ber hann ótta fyri, at hetta hevur skatt okkara viðurskifti nakað. - Nú royna vit so at fáa forstáilsi fyri okkara søk, og enn havi eg [...] hava fiskað tey í mesta lagi 5.000 og 8.000 tonsini pr. 15. juli og pr. 10. august fyri, at Føroyar skulu fáa eina eykakvotu uppá 500 tons. Føroyskir myndugleikar siga, at bara veiðan hjá Grønlandi og Føroyum [...] gera hendan partin av avtaluni og veit tí ikki við vissu, hvat lá til grunds fyri henni. Men okkara fólk halda uppá, at tonsini, sum skuldu liggja til grunds fyri øktari føroyskari kvotu, bara skuldu fiskast
nakað við mær. Eg vil vekja fólk, eg vil hava tey út úr kirkjunum út á gøturnar at boða guds orð. Kristin skulu ikki bara byrgja seg inni í kirkjunum, sum í eini getto, tey skulu út at gera øll til lærusveinar [...] nógv um at fara í kirkju sunnudag klokkan 12, og so er liðugt við tí. Kirkjan er alt ov ósjónlig. Fólk tora ikki at viðganga sína trúgv, sigur Móses Olsen og tekur um Davidstjørnuna, ið hann hevur hangandi [...] muslimarnir, sigur Moses Olsen. -Muslimska læran er vandamikil fyri kristindómin og neyðugt er at ávara fólk. Eg keypi ikki, at muslimarnir bara eru ein minniluti, sum vit kunnu gloyma. Teir eru sterkir, og
eru tað at kalla bert tey í Havn, sum ikki hava trupulleikar við at finna fólk. Hjá okkum gjørdist kreppan kanska eyka sjónlig, nú vit høvdu fund um málið, men veruleikin er, at flest øll feløg uttan fyri [...] kemur at gera vart við seg í oddinum av landskappingini, heldur hann. - Av liðnum frá í fjør eru eitt nú Bára Skaale, Joan M. Joensen og Beinta Klakkstein burtur, eins og tað er ivasamt, um Anna Kristina [...] tað sigur seg sjálvt, at tað er sera tunnligt við fólki. Spurdur, hvørjir leikarar tað so verða, sum fólk fara at síggja á liðnum hjá Stjørnuni í ár, sigur Geir, at tað verður ein blanding av teimum eldru
Fólk argaðust rættuliga inn á tíðindini um hvussu mannminkandi tað er fyri brekað og foreldur á Eirargarði, at neyðugt er við einum loppumarknaði fyri at fáa ein buss til at flyta búfólkini til og frá [...] tørvur er á nøktandi flutningsmøgleikum á slíkum stovnum. Áðrenn allar sjálvfylgiligheitirnar, so skulu vit beinanvegin nevna, at inn komu 75.000 krónur umframt 3000 krónur, sum sjafførar hjá auto savnaðu [...] var stúgvandi fult av fólki uttanfyri og teir fyrstu tríggjar tímarnar var Sjónleikarhúsið stappað, fólk stóðu sum sild í tunni. Køkutombolaið fekk bein av ganga á. Sandkøkurnar ruku fyrst, síðan morengsið
Útgerðarhavn Nú útgerðarstøðin í Runavík bíðar eftir at borað verður aftur á føroyskum øki spurdu vit stjóran Lassa Borðoy, hvussu Atlantic Supply Base klárar at yvirliva, nú lítið og einki virksemi er [...] ikki hugstoyttur av, at eitt nú Amerada Hess, sum borar við markið, ikki brúkar teirra útgerðarstøð. Hann ásannar, at her er talan um eina boring í bretskum øki, og tá skulu teir helst brúka Aberdeen. Men [...] útgerðarhavnin skuldi liggja, og eg vóni ikki, at hetta verður broytt. Teir skulu ikki taka okkum, tí vit liggja í Runavík. Men teir skulu gera tað, tí vit annaðhvørt kunnu verða bíligari ella kunnu lata nakað