Føroyskar fyritøkur royna at koma á altjóða oljumarknaðin

-Tað skal gerast eitt miðvíst arbeiði skulu føroyskar fyritøkur fáa lut í arbeiðinum, sum stóru oljufeløgini lata undirveitarum. Hetta ber kanska til hjá smærri føroyskum veitarum heldur Rúni Hansen, stjóri hjá Statoil. Týsdagin fingu fyritøkurnar innlit í, hvussu eitt felag sum Statoil letur undirveitarum arbeiði

Oljumessa

Fyrrapartin týsdagin vitjaðu føroysku fyritøkurnar, sum eru við á altjóða oljumessuni í Stavanger, á høvuðsborgini hjá Statoil. Oljuvinnufelagið, sum skipar fyri føroysku luttøkuni á ONS saman við Atlantic Offshore Base, kom í samband við føroyska stjóran í Statoil, Rúna Hansen og varð tað hildið vera skilagott at lata tær hoyra nærri um, á hvønn hátt Statoil ger sáttmálar við og brúkar undirveitarar. Hetta er eisini í tráð við føroyska ynski at kunna sleppa inn á útlendska marknaðinum við vørum og tænastum. Føroyingar hittu tí fleiri fólk frá kontraktdeildini hjá Statoil.
Sosialurin skilur á luttakarunum, at teir fingu nógv burtur úr. Rúni Hansen, stjóri sigur, at teir royndu at greiða føroyski fyritøkunum, hvat skal til fyri at koma inn á útlendska marknaðin eitt nú norskt øki.
Men hvørjir eru møguleikarnir hjá føroyingum at koma inn á tann stóra norska marknaðin at kappast við royndar og stórar norskar og altjóða fyritøkur um sáttmálar?
Rúni Hansen sigur, at vit mugu hava bæði beinini á jørðini. Men nú høvdu virkini so møguleika at fáa at vita, hvat skal til. Tað eru einstakir smáir undirveitarar, ið hava møguleika at koma inn á marknaðin. Men tað skal gerast eitt stórt arbeiði. Tað er ikki bara at knipsa við fingrunum og halda, at man er innanfyri. Ætla føroysk virki at fáa lut í teimum sáttmálum, sum verða latin undirveitarum, so skal eitt neyvt miðvíst arbeiði gerast. Og tað er eingin garanti fyri at man fær arbeiði, hóast hetta verður gjørt. Tað er hørð kapping.
Oljufeløg sum Statoil gera oftani avtalur við stórar undirveitarar. So gera teir aftur avtalur við smærri undirveitarar. So Statoil og onnur stór oljufeløg gera fáar sáttmálar við smærri undirveitararnr, sum eitt nú teir føroysku mugu metast at vera.
-Er tað ikki nettupp ein stórur trupulleiki hjá føroyskum veitarum, at oljufeløgini gera bara avtalur við stórar veitarar, sum so aftur hava sínar føstu undirveitarar, sum ikki eru føroyskir!
-Hvat viðvíkur arbeiði í føroyskum øki, so hava vit eina lóggávu, sum sigur, at føroyskir veitarar skulu hava møguleika at bjóða. Hetta er so eisini útviklað meira við skrásetingarlistanum FOIR, har alt skal bjóðast út um hesa elektronisku skráseting. Tað gongur tann rætta vegin, men hetta tekur tíð at venja seg til tað.
Rúni Hansen heldur tað vera skilagott av føroyskum virkjum, sum vilja koma inn á norska marknaðin, at vera við til slíkar messur sum ONS. Tær mugu sjálvar gera eitt arbeiði fyri at koma í samband við fyritøkur, sum arbeiða á norska landgrunninum.
Á kunningarfundinum hjá Statoil kom fram, at hetta er ikki tann besta tíðin fyri útgerðarskip í einum parti av heiminum. Men Sosialurin skilur at eitt virki sum Thor í Hósvík, sum hevur lagt seg eftir hesi vinnu, hevur dugað at finna sínar egnu marknaðir. Thor, sum hevur fleiri oljuútgerðarskip siglandi ymsa staðni í heiminum, hevur júst yvirtikið eitt stórt útgerðarskip í Singapore. Rættiliga nógv skal gerast við skipið, áðrenn tað verður sett í sigling.