Ferðavinnustevnan verður 7. november

Hotel Hilton verður karmur um ársins Ferðavinnustevnu, sum verður hildin fríggjadagin 7. november 2025

Vinnuhúsið skrivar, at ráðstevnan byrjar kl. 15.30 og heldur á til kl. 18.10, og beint aftaná verður veitsla við døgurða og handan av heiðursbrøvum, hesi eru ársins ferðavinnufólk og ársins átak.

 

Ferðavinnustevnan er árliga ráðstevnan fyri øll, sum virka í ferðavinnuni. Her fáa luttakarar íblástur, nýggja vitan og høvi at hittast tvørtur um vinnugreinar. Tak tíni starvsfólk við til ein dag við íblástri og samveru.

 

##med2##

 

Tilmelding

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 5. november 2025. Ferðavinnustevnan er fyri øll, sum virka í ferðavinnuni.

Limir í Ferðavinnufelagnum:

 

- 595 kr. fyri luttøku á ráðstevnuni

 

- 995 kr. fyri luttøku á ráðstevnuni og veitsluni 

 

Tey, sum ikki eru limir:

 

- 995 kr. fyri luttøku á ráðstevnuni

 

- 1.995 kr. fyri luttøku á ráðstevnuni og veitsluni