Grimsby, ið spælir í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini mátti týskvøldið á heimavølli leggja rygg til eitt 0-5 tap móti Premier League liðnum, Brentford. Í steðginum var Brentford á odda 3-0.
Tá David Geza Turi kom á vøllin fyri Grimsby í 58. minutti var støðan 4-0. Men Geza fekk upplivingini at spæla móti einum Premier League liði.
Grimsby-Brentford 0-5 (0-3)
0-1 Mathias Jensen ('22 )
0-2 Keane Lewis-Potter ('26 )
0-3 Reiss Nelson ('43 )
0-4 Fabio Carvalho, br. ('54 )
0-5 Nathan Collins ('75 )
Leygardagin klokkan 15 skal Grimsby royna seg í heimsins elstu steypakapping, FA Cup. Tá kemur Ebbfleet úr sættubestu deildina á vitjan á Blundell Park.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Grimsby-Brentford 0-5 (0-3):
##med2##











