Arne fer at halda røðu

Tað verður borgarstjórin, Karl Vilhelm Hansen, sum fer at bjóða vælkomin á allahalgannadegi

Á allahalgannadegi - hin 1. november - verður skipað fyri minningarhaldi í Hvannasunds kommunu.

 

Tiltakið, sum verður í Norðdepli, byrjar klokkan 15.

 

Tað verður borgarstjórin, Karl Vilhelm Hansen, sum fer at bjóða vælkomin, og síðan verður sálmurin - Slættasti sjógvur - sungin.

 

Arne Simonsen fer at halda røðu, og eftir røðuna verða tveir sálmar sungnir, Heldur akker títt og Faðir fylg mær hendan dag.

 

Eftir at sálmarnir eru sungnir, fer røðarin at enda við einari bøn, og tá haldið nærkast endanum, verður kransur lagdur við minnisvarðan.

 

Boðið verður eisini til ein drekkamunn.