Veddingarfyritøkurnar: Fleyr hevur ongan møguleika móti belgiska Tchalou

Her eru oddsini upp á Challenge Cup dystin Tchalou-Fleyr

Mynd hjá Fleyr frá venjing í høllini í Belgia

Í kvøld klokkan 19 spæla kvinnurnar hjá Fleyr dyst á útivølli í Challenge Cup.

 

Dysturin verður leiktur í Belgia móti liðnum, Tchalou.

 

Hósdagin 6. november klokkan 19 kemur Tchalou á vitjan í Høllini á Hálsi.

 

Altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin geva ikki Fleyr nakran møguleika móti belgiska liðnum. 

 

Hægstu oddsini upp á heimasigur til Tchalou eru 1,02, og lægstu oddsini upp á útisigur til Fleyr eru 8,00.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

Mynd hjá Fleyr frá venjing í høllini í Belgia