Fólk argaðust rættuliga inn á tíðindini um hvussu mannminkandi tað er fyri brekað og foreldur á Eirargarði, at neyðugt er við einum loppumarknaði fyri at fáa ein buss til at flyta búfólkini til og frá stovninum. Av teimum 15 búfólkunum sita átta í koyristóli, so neyðugt skuldi ikki verið við nakrari kanning ella viðgerð frá almennari síðu fyri at staðfesta at tørvur er á nøktandi flutningsmøgleikum á slíkum stovnum.
Áðrenn allar sjálvfylgiligheitirnar, so skulu vit beinanvegin nevna, at inn komu 75.000 krónur umframt 3000 krónur, sum sjafførar hjá auto savnaðu inna sínamillum
Og einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, tí tá loppumarknaðurin í Sjónleikarhúsinum lat upp leygarmorgunin, var stúgvandi fult av fólki uttanfyri og teir fyrstu tríggjar tímarnar var Sjónleikarhúsið stappað, fólk stóðu sum sild í tunni.
Køkutombolaið fekk bein av ganga á. Sandkøkurnar ruku fyrst, síðan morengsið og allar seinast smákøkurnar, harav pleskurnar hvurvu seinast av diskinum.
Inni í sjónleikarhúsinum var loppumarknaðurin og har nógv av nipsi av fáa. Nógv klæðir og ikki um at tala skógvar, sum antin vóru for lítlir ella so grúsama nógv ov stórir. Skógvarnir vóru spildur nýggirav bestu merkjum og var tað ikki støddin, so hevði ein rættuliga kunnað gjørt kubbi.
Tú sá fólk standa og handla skógvunum, meðan tey antin ynsktu at høgt var at hæli og tá, ella at føturnir vóru størri. Einir flunkandi nýggir Ecco nummar 47 lógu ovast á rúgvuni leingi, onkur kandidatur var til teir, men ongin tordi rættuliga. Nú prýða teir føturnar hjá vicevertinum fyri øllum bústovnunum í Havn,og hann gongur errin, sum ein annar Pjerrot úr Tivoli, og svingar á tærnum í nýggja fótafarinum.
Fyrireikararnir, ið eru starvsfólk á bústovnunum, eru vælnøgd við tiltakið og tey eru takksom eisini. Tað sum ikki varð selt av klæðum fór oman á Skipafelagið. Higani verður tað sent til Russlands, har tørvurin er stórur á øllum.










