Fiskivinna
Tað eydnaðist ikki Jørgeni Niclasen á vitjan síni í Grønlandi at sannføra grønlendskar myndugleikar um, at Føroyar sambært avtaluni eiga 500 tons aftrat av kongafiski í Irmingarhavinum.
- Meðan eg var har yviri í síðstu viku, var eg at kalla í samband við allar myndugleikar í Grønlandi um kongafiskakvotuna.
Jørgen sigur, at í byrjanini vildi grønlendski fiskimálaráðharrin, Hans Enoksen, slett ikki tosa um málið.
- Men vit búðu á sama hotelli, so umsíðir fekst hann á tal um toganina, sum hevur tikið seg upp millum londini, men hann helt framvegis uppá, at føroyingar ikki eiga meira kongafisk í Irmingarhavinum í ár.
Í avtaluni millum Føroyar og Grønland, sum vit áður hava víst á her í blaðnum, stendur ikki, hvør skal hava fiskað tey í mesta lagi 5.000 og 8.000 tonsini pr. 15. juli og pr. 10. august fyri, at Føroyar skulu fáa eina eykakvotu uppá 500 tons.
Føroyskir myndugleikar siga, at bara veiðan hjá Grønlandi og Føroyum skal teljast uppí, tá ið uppgjørt verður, meðan grønlendingar siga, at eisini veiðan hjá øðrum skipum, sum fiska av grønlendskari kvotu, skal takast við.
Og tá verður myndin ein heilt onnur, sjálvsagt, tí bæði ES-skip, norsk skip og russisk skip fiska av grønlendskari kvotu í Irmingarhavinum.
Í egnan barm
Jørgen Niclasen sigur, at hann noyðist at taka í egnan barm og ásanna, at avtalan er ikki nóg greið, tí har stendur einki um, hvat skal teljast uppí, tá ið uppgjørt verður.
- Sjálvur var eg ikki við til at gera hendan partin av avtaluni og veit tí ikki við vissu,
hvat lá til grunds fyri henni. Men okkara fólk halda uppá, at tonsini, sum skuldu liggja til grunds fyri øktari føroyskari kvotu, bara skuldu fiskast av grønlendskum og føroyskum skipum. Tað er her, grønlendskir myndugleikar ikki eru samdir við okkum og tískil heldur ikki vilja geva okkum tey 500 tonsini aftrat.
Jørgen sigur, at hesin parturin av avtaluni, sum nú átti at givið okkum 500 tons aftrat,
er nýggjur í sáttmálanum og tískil ikki royndur áður.
- Í løtuni er torført at siga, hvat endaliga úrslitið verður av hesi togan millum
londini, men sum skilst, vilja grønlendskir myndugleikar treyðugt slaka í sínari tulking. Í so máta eru teir ógvuliga avvísandi.
Landsstýrismaðurin er sannførdur um, at umstrídda orðingin skal broytast, tá ið
samráðingar verða aftur til heystar.
Hann sigur, at einasti stuðulin í Grønlandi, nú samráðingar vóru har yviri um málið,
var umboðið hjá grønlendska reiðarafelagnum, sum var við til at gera avtaluna.
- Hesin sigur, at føroyingar tulka avtaluna rætt, sigur Jørgen Niclasen.
Fiskaðu kortini
Landsstýrismaðurin sigur, at tá ið seinasta avtalan varð gjørd millum Føroyar og Grønland, vildi hann ikki skrivað undir hana, um Føroyar ikki fingu høvi til økta kvotu í Irmingarhavinum.
- Tað eydnaðist at fáa hendan møguleikan við í avtaluna, men kortini tók hetta stríðið seg upp, sum nú tykist vera so torført at loysa, leggur hann aftrat.
Jørgen Niclasen sigur, at føroyskir myndugleikar í fjør góvu føroyskum skipum loyvi at fiska kongafisk í altjóða sjógvi ? uttanum avtaluna við Grønland, og nú ber hann ótta fyri, at hetta hevur skatt okkara viðurskifti nakað.
- Nú royna vit so at fáa forstáilsi fyri okkara søk, og enn havi eg ikki mist mótið um, at tað fer at eydnast, hóast tað ikki sær so bjart út í løtuni.
At enda vísir Jørgen Niclasen á, at grønlendski landsstýrisformaðurin, Jonathan Motzfeldt, er drigin uppí málið, og hann hevur lovað at gera tað, sum liggur í hansara makt fyri at loysa ósemjuna millum Føroyar og Grønland um kongafiskakvotuna í Irmingarhavinum.