Tað var tann 4. september í 1978, at Halldor Hansen og Vilhelm Nielsen, tingmenn fyri ávikavist Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin í Vága valdømi, løgdu fram á ting uppskot um »Heingibrúgv um Vestmannasund, samanbundin við bergholi og vegi til Vatnsoyrar«.
Talan var ikki um eitt lógaruppskot, men eitt uppskot til samtyktar.
Teir skutu upp, at løgtingið skuldi áleggja landsstýrinuim at kanna og projektera hetta arbeiðið.
1.350 metrar long brúgv
Teir høvdu eisini latið gjørt kanningar á staðnum, sum m. a. søgdu, at festini skuldu liggja í umleið 120 metra hædd, nakað tað sama sum el-spennið hjá SEV.
Brúgvin skuldi verða 1.350 metrar til longdar og 1.100 metrar av vegi skuldi gerast hvørju megin við. Brattleikin á vegunum er teknaður til 125?, sum er 35? brattari enn tað brattasta av Oyrargjógv og niðan á Háls.
Vegirnir, sum gerast skulu í sambandi við brúnna skuldu verða um 5.150 metrar til longdar, og bergholið til Vatnsoyrar skuldi verða 1.350 metrar ? eins langt og brúgvin. Hetta skuldi stytta vegin av Vatnsoyrum til brúnna við sjey kilometrum.
Tingið samtykkir
Tingið beindi málið í vega- og havnanevndina, sum 8. september 1978 leggur fram álit.
Nevndin var samd um at taka undir við uppskotinum, tó við teirri broyting, at løgtingið áleggur landsstýrinum at »kanna« málið um heingibrúgv um Vestmannasund við vegi og bergholi til Vatnsoyrar.
Nógv varð sjálvandi tosað um hetta uppskotið um heingibrúnna, sum fólk ikki tóku heilt í álvara ? tey hildu tað vera luftkastellir.
Um hetta mundið sótu Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin í samgongu. Løgmaður var Atli P. Dam, og hann umsat eisini samferðslumál.
Málið um heingibrúnna var ikki eitt samgongumál, tó at bæði Haldor Hansen og Vilhelm Nielsen vóru samgongutinglimir.
Sambært løgtingstíðindum, so fekk málið 16 atkvøður fyri og onga ímóti ? men hvør, ið greiddi atkvøðu, meldar søgan einki um.
Tveir mánaðir seinni varð løgtingsval, so tá er málið helst fallið burtur.
Samgongan millum teir tríggjar flokkarnar helt kortini fram til val varð útskrivað í 1980.
Ikki fyrr enn seinni í áttatiárunum var aftur farið at tosa um fasta sambandið um Vestmannasund, men tá sum undirsjóvartunnil, tí hendan tøknin varð nógv ment, serliga í Noreg.
Nógv ørari at tosa um tunnil
Vilhelm Nielsen segði við Sosialin í gjár, at hetta málið hevði sera stóran týdning í hansara verð, og tí lá tað altíð frammaliga hjá honum.
? Eg havi altíð viljað, at vinnulívið í Vágoynni skuldi hava somu treytir, sum tað hevur á »Meginlandinum«, og eg ivist ikki í, at undirsjóvartunnilin fer at hava sera stóran týdning fyri framburðin í Vágum, sigur hann.
? Tá var ikki hugsingur um at tosa um at bora ein tunnil undir sundinum. Høvdu vit gjørt tað, so høvdu fólk hildið okkum verið nógv ørari, sigur Vilhelm Nielsen við einum smíli.
Umframt at vera løgtingsmaður í mong ár, so hevur Vilhelm Nielsen eisini verið vinnulívsmaður, hevur í mong ár havt Skinnvirkið Vilma, sum hann sjálvur hevur staðið fyri til fyri fimm árum síðani.
Vilhelm er útbúgvin skósmiður. Hann sigldi í yngru árum og hevði seinni hevði ábyrgd av fiskaturking hjá bróðrinum Zacharis Nielsen, og seinni fór hann at handla, og var hann eitt nú tann fyrsti at selja el-lutir so sum útvarpstól, ljósakrúnur o. a. í Vágunum.
Vilhelm Nielsen er giftur við Marionnu, ættað av Válinum. Tey høvdu diamantbrúdleyp í apríl. Tey eiga børnini Paula, Sofus, Sólgerð og Onnu.