Sjónvarp
Ætlanin hjá Føroya Tele at senda sjónvarp, gongur eftir ætlan.
Tróndur Djurhuus, stjóri í felagnum hjás Føroya Tele, sum arbeiðir við ætlanini, sigur, at sáttmálar eru gjørdir við at kalla øll tey, sum skulu levera tað teknisku útgerðina.
? Vónandi er tann tekniska útgerðin sett upp og fingin at virka tíðliga í oktober og vónandi eru vit til reiðar at fara undir sendingarnar stutt eftir.
Tróndur Djurhuus sigur, at í fyrstu atløgu verða tað tey, sum nú síggja Rás Tórshavn, sum fara at síggja nýggju rásirnar hjá Føroya Tele.
Men harumframt er ætlanin at senda av Støðlafjalli og av Brúnaskarði, helst beinanvegin.
? Hetta ber so í sær, at tær stóru kommunurnar í Eysturoynni og Klaksvíkin eisini koma upp í netið beinanvegin.
Hvussu sendinetið síðani verður bygt út, veldst um, hvussu undirtøkan verður og um umstøðurnar annars, men Tróndur Djurhuus leggur dent á, at ætlanin er at byggja út so hvørt, so at tey allarflestu í landinum fáa møguleikan at síggja sjónvrpið hjá Føroya Tele, men hvussu verður við hesum, fær hann onki sagt um enn.
? So skjótt sendinetið er fingið at virka, fara vit at gera eina útbyggingarætlan. Men hetta er nýggj tøkni og vit vita hvussu nógvir sendarar skulu setast upp fyri at røkka størri part av landinum, sigur hann.
Einar 20 rásir
Tróndur Djurhuus sigur, at teir vita eisini sum heild, hvørjar rásirnar verða, sum skulu senda.
Samráðst verður við tær ymsu rásirnar, men avtalan er við rásirnar um ikki at almannakunngera nøvnini á teimum, fyrenn sáttmálin er undirskrivaður.
Hann sigur, at fyribils avtalur eru við 23 ella 24 rásir, men tað er ikki vist, at allar vera við, men at einar tríggjar, fýra verða sáldaðar frá, tí tað er ikki vist, at tøkniligar avmarkingar fara at forða fyri, at allar verða sendar.
Tó sigur hann, at talan er um rásir, sum føroyingar kenna væl frammanundan og at ongar av teimum heilt fremmandu rásunum eru við, so fólk verða neyvan bilsin av valinum.
Talan er bæði um rásir sum senda tíðindi, ítrótt, sendingar úr veruliga lívinum, undirhald, vísindaligt tilfar og náttúrusendingar, barnasendingar, eina andaliga rás, so úrvalið er rættiliga fjølbroytt.
Ein rás verður eisini, sum sendir filmar burturav. ì tí sambandinum eru tvær rásir kendar í Føroyum, TV 1000 og Canal plus og Tróndur Djurhuss sigur, at Føroya Tele er komið nakað langt í samráðingum við aðra av teimum báðum.
Prísirnar kann hann ikki siga nakað um enn, men hann sigur, at ætlanin er at vera rímiliga kappingarførir við teir veitarar sum eru.
? Tað er avgjørt ætlanin at leggja so til rættis, at Føroya Tele verður sjónvarpsstøðin hjá føroyingum, sigur hann.
Hasar báðar rásirnar, tú nevndi, sum senda filmar døgnið runt, senda eisini pornofilmar?
? Vit standa ikki til svars fyri innihaldinum í tí, sum verður sent. Men vit hava altíð ábyrgd mótvegis landsins lógum og tað skal ongin ivi verða um, at vit altíð fara at fylgja landsins lógum. Annars haav tey ikki viðgjørt innihaldið í teimum ymsu rásunmu so gjølliga, men sakførarar felagsins kanna eftir, hvat landsins lógir siga á økinum.
Annars leggur Tróndur Djurhuus dent á, at sjónvarpið hjá Føroya Tele skal helst verða ein fyritøka, sum øll hin føroyska familjan kann fáa gleði av.