Lønarkrøv og skattalætti
?Tað, sum hevur týdning, er, hvussu nógv fólk hava eftir í lønarposanum, tá í skatturin er goldin. Og tað er ikki bara ein máti at hækka lønina uppá.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ætlar sær aftur í holt við fakfeløgini.
Men hesuferð verður tað ikki sum mótstøðumaður tvørtur um eitt samráðingarborð. Hesuferð ætlar hann sær at leggja á annan bógv og at fáa í lag samstarv við fakfeløgini, sum allir partar kunnu fáa gagn av.
Fíggjarmálaráðharrin ætlar nevnliga at fáa í lag eina avtalu við fakfeløgini um, lønar- og skattapolitikkin í framtíðini.
Hann sigur, at endamálið er at gera livikorini hjá løntakarunum betri.
? Tað vanliga er, at fakfeløg leggja krøv fram um eina ávísa lønarhækking og so verður samráðst um ein nýggjan sáttmála.
Men fíggjarmálaráðharrin sigur, at tað ber til at hækka lønina upp á fleiri mátar.
?Tað, sum hevur týdning hjá fólki, tað er, ikki, hvussu nógv, tey fáa í løn, men, hvussu nógv tey hava eftir, tá ið skatturin er goldin.
? Og tað, vit hava sæð mong dømi um upp ígjøgnum tíðirnar, og eisini seinastu árini, er, at lønirnar eru hækkaðar, men tað gongur bert stutt tíð, so er øll lønarhækkingin, og kanska meiri enn tað, etin upp av príshækkingun. Sostatt er løntakarin ikki betri fyri, hóast hann hevur fingið lønarhækking og tað førir so aftur til fleiri lønarkrøv og soleiðis er tað skrúvan við ongum enda.
Gongdin vendast
Og tað er hesari gongdini, lanndsstýrismaðurin ætlar sær at venda.
Tað, sum hann ætlar sær, er at fáa eina avtalu í lag við fakfeløgini um at tey skulu fáa skattalættar, men at tey so afturfyri halda aftur í lønarkrøvunum.
Karsten Hansen leggur tó dent á, at tað liggur fjart frá honum at brúka hetta til at gera Førooyar til eitt lágskattasamfelag, tí hann heldur tvørturímóti, at løntakarin í Føroyum ikki verður afturútsigldur afturímóti grannalondum okkara.
?Tað taki eg á ongan hátt undir við, og hetta hevur onki við tað at gera. Men vit mugu velja í hesum spurninginum: Antin fremja vit fleiri skattalættar, ella halda vit á at trýsta lønirnar í veðrið.
?Tað ber illa til bæði at lækka skattin munandi, samstundis sum lønirnar verða trýstar í topp, sigur Karsten Hansen.
? Tað einasta, vit fáa burtur úr einum áhaldandi lønartrýsti, er ein fløðandi inflatión við príshækkingum og tað ber ikki til at brenna ljósið í báðum endum.
Eitt annað amboð, sum kann brúkast at økja um tað tøku lønina, ella keypiorkuna hjá fólki, er at lækka skattin. økja um tað tøku lønina, ella keypiorkuna hjá fólki, er at lækka skattin.
? Hetta er tann betri mátin, bæði fyri kappingarførið hjá vinnuni og fyri royndina at tálma teimum almennu útreiðslunum.
Karsten Hansen sigur, at býðst eitt høvi, fer hann at tosa við fakfeløgini um málið.
? Men fyri at gera samráðingarnar smidligari og fyri at gera tað lættari at føra ein yvirskipaðan lønar- og skattapolitikk, hava vit samráðst soleiðis, at 1. oktober komandi ár ganga allir sáttmálar ímillum tað almenna og tey ymsu fakfeløgini út.
Og í hvussu so er til tað tí, fer landsstýrismaðurin at leggja málið fyri fakfeløgini, men vit fara skjótast gjørligt at tosa við fakfeløgini um hetta.
? Tað hevur fleiri ferðir verið tosað um hetta sama, men fakfeløgini hava hvørja ferð ført fram, at lønarsamráðingar og skattapolitikkur eru tvey ymisk mál, sum ikki skulu balndast saman?
? Ja, tað eri eg ikki ósamdur um, sum so og sjálvsagt skulu vit ikki samráðast við fakfeløgini um skattapolitikk. Men eg ætli mær kortini at royna og skal hetta eydnast, er tað sjálvsagt av størsta týdningi, at fakfeløgini taka undir við tí og eg haldi, at tað hevur stóran týdning at samskifta við fakfeløgini um hesi viðurskiftini.
? Og fara vit undir eitt slíkt samstarv, er tað eisini neyðugt, at hetta verður gjørt í størsta álvara og at fakfeløgini hava álit á, at landsstýrið eisini heldur sín part av avtaluni.
? Og eg ivist heldur ikki í, at nakað fruktagott kann spyrjast burturúr einum slíkum samskifti, serliga nú lønirnar eru hækkaðar nokk so fitt seinastu árini, tí tað hevði verið øllum samfelagnum at frama og sostatt eisini løntakarunum sjálvum.









