Útgerðarhavnin brúkar bíðitíð til førleikamenning

Í Runavík vóna tey, at boringin hjá Hess hinumegin markið verður so mikið væleydnað, at Hess fer at bora fleiri avmarkingarbrunnar aftrat á landgrunninum næsta ár

Útgerðarhavn



Nú útgerðarstøðin í Runavík bíðar eftir at borað verður aftur á føroyskum øki spurdu vit stjóran Lassa Borðoy, hvussu Atlantic Supply Base klárar at yvirliva, nú lítið og einki virksemi er?

-Vit hava brúkt hetta árið til førleikamenning. Vit hava fingið nakað av stuðuli av hesi konto og hava eisini sent fólk at arbeiða á útgerðarstøðum í Noregi, soleiðis at vit eru ?up to date?, tá arbeiðsuppgávur aftur verða í Føroyum. Men sjálvandi kunnu vit ikki halda fram á henda hátt ár eftir ár, men vit vita, at henda fyrsta útbjóðingarrundan heldur fram til 2006, og so mugu vit fáa at síggja, hvussu verður eftir tað.

Útgerðarhavnin í Runavík hevur avtalu við oljufeløgini, sum bora við Føroyar um at brúka havnina har. Trý av feløgunum hava borað hvør sín brunn, og Agip skal bora sín næsta ár. Samrøður eru longu millum Agip og útgerðarhavnina, soleiðis at allar fyrireikingar eru uppá pláss, áðrenn borurin verður settur í.

Tað ljóðar, at Agip kanska fer at bora longu í mai næsta ár og heldur tað, so ætlar útgerðarhavnin at lata porturini upp longu ein mánaða áðrenn sigur stjórin. ?Vit byrja kanska longu í mars, apríl, soleiðis at alt er klárt til Agipboringina. Lasse Borðoy fylgir annars sera væl við, hvat hendir á Atlantsmótinum og vónar hann við fleiri, at boringin hjá Hess hinumegin markið fer at geva so mikið gott úrslit, at Hess eisini fer at bora ein ella fleiri avmarkingarbrunnar á føroyskum øki næsta ár. Tað kann geva nógv arbeiði til útgerðarhavnina í Runavík.

Tað verður annars ikki fyrr enn pallarnir liggja har árið runt, tvs. tá tað verður framleiðsla, at tað verður nakað veruligt at fara eftir í Føroyum heldur hann.

Atlantic Supply Base er annars farið undir at gera eina frágreiðing um støðina og framtíðar møguleikar hennara. Tað er Teitur Poulsen, sum saman við Lassa Borðoy, ið ger hesa frágreiðing, ið verður liðug í november. Har verður roynt at lýsa fyrimunirnar við at brúka eina føroyska heldur enn eina útlendska útgerðarhavn.

Lasse Borðoy er annars ikki hugstoyttur av, at eitt nú Amerada Hess, sum borar við markið, ikki brúkar teirra útgerðarstøð. Hann ásannar, at her er talan um eina boring í bretskum øki, og tá skulu teir helst brúka Aberdeen. Men so skjótt teir fara at bora okkara megin aftur, so er tað greitt, at nógv verður at gera í Runavík. Og tað er hetta teir bíða eftir.

Vit spurdu Lassa Borðoy, um hann ikki ikki ótta fyri, at útgerðarhavnin fyrr ella seinni skal enda í Suðuroy, tí politiski viljin kann verður tann í framtíðini!

?Tað eg havi skilt er, at man politiskt ikki er hugaður fyri at fara inn og broyta støðuna og út frá einum politiskum kravi at flyta útgerðarhavnina. Eg haldi eisini, at tað var rætt av politikarunum at lata upp til oljufeløgini at gera av, hvar útgerðarhavnin skuldi liggja, og eg vóni ikki, at hetta verður broytt. Teir skulu ikki taka okkum, tí vit liggja í Runavík. Men teir skulu gera tað, tí vit annaðhvørt kunnu verða bíligari ella kunnu lata nakað annað og betri enn aðrir.