síðani, at Lionel Messi váttar, at hann heldur fram í FC Barcelona komandi kappingarár. Messi hevur verið ósamdur við leiðsluna í FC Barcelona, og søgur hava gingið um at hann hevur ynskt at sleppa úr felagnum [...] Stríðið ímillum Lionel Messi og FC Barcelona er av. Í øllum førum hevur argantinska stjørnan júst kunngjørt, at hann heldur fram í FC Barcelona. Tað er í einari samrøðu við Goal fyri lítlari løtu síðani [...] hvat hendir eftir tað, men fyribils kann so staðfestast, at stríðið ímillum FC Barcelona og Lionel Messi er av, og at hann heldur fram við at spæla har í øllum førum komandi kappingarár.
virðing fyri hvørjum øðrum. Vit tóku av møguleikunum, og tí vunnu vit, sigur Lionel Messi við Goal.com. Lionel Messi hevur ikki at tosa so nógv um innanhýsis dystin ímóti Christiano Ronaldo. - Dysturin [...] Aftaná 2-0 sigurin á Real Madrid á útivølli, kennir Lionel Messi seg rættiliga vísan í, at Barcelona fer at endurvinna La Liga. - Tað eru nógvir dystir eftir, og vit hava nakrar ringar útidystir, men vit [...] eru vit einsamallir á odda í La Liga. Vit hava ein veruligan fyrimun nú. Leygarkvøldið skeyt Lionel Messi sítt mál nummar 40 fyri Barcelona hetta kappingarárið. Í La Liga hevur hann framt eitt bragd, við
Viktoria Plzen á heimavølli og bert vunnu 1-0. Men í kvøld á útivølli móti sama liði gekk betur. Messi skoraði hattrick og Fabregas eitt fjórða, tá Barca vann 4-0. Úrslitini vóru annars Bólkur E Genk-Chaesea
Lionel Messi hevur skora ímóti Petr Cech, sum hann annars hevur møtt fleiri ferðir. Lítla løtu seinni økti FC Barcelona eisini til 2-0, eftir brotsspark sum Lionel Messi skoraði uppá. Lionel Messi fekk eisini [...] Lionel Messi og FC Barcelona tryggjaðu sær í kvøld eitt gott útgangsstøðið í fyrru áttandapartsfinaluni móti Arsenal. FC Barcelona vann dystin 2-0, har heimsins besti fótbóltsleikari, Lionel Messi, skeyt [...] teir. Tað vóru teir tríggir, Suarez, Neymar og Messi ið stóðu fyri málinum. Luis Suarez fann fyrst Neymar væl, ið dribblaði avstað og spældi Lionel Messi púra leysan, sum ósvikaliga sikkurt skoraði framvið
Lionel Messi skoraði tvey mál í 4-0 sigrinum á AC Milan í kvøld. Samanlagt er Barcelona víðari við einum 4-2 sigri. Barcelona fekk eina dreyma byrjan. Longu aftaná fimm minuttir vísti Lionel Messi seg frá [...] Alba økti til 4-0. Champions League 1/8 finalur: Barcelona(0) - (2)AC Milan 4-0 1-0 Lionel Messi, 5 2-0 Lionel Messi, 39 3-0 David Villa, 55 4-0 Jordi Alba, 90+3 Barcelona vinnur samanlagt 4-2 Schalke 04(1) [...] umringaður av AC Milan verjuni legði hann bóltin upp í trýkantin. Fimm minuttir fyri hálvleik fekk Lionel Messi bóltin í áleið somu støðu og aftur skoraði hann. Hesa ferð við fløtum skoti við nærmastu stong. So
uttan Lionel Messi. 37 ára gamla legendan, ið hevur skotið 112 mál í 191 landsdystum fyri Argentina hevur givið avboð til HM-undankappingardystirnar móti Uruguay og Brasil vegna ein snudd, ið Messi fekk í einum
Lionel Messi yvir. Fyrst smekkaði Messi til uttan fyri brotssteigin og javnaði. Løtu seinni varð hann spældur leysur í brotssteiginum og legði Barcelona á odda. 21 minnuttir eftir 21. minutt, tá Messi skoraði [...] Stutt fyri tíð skoraði Messi fjórða mál, tá hann í aðru atløgu fekk sent bóltin millum beinini á Almunia og skorað til endaúrslitið 4-1. Allir róstu Messi – Fyri meg, so er Messi tann besti spælarin í øllum [...] liðnum var málmaðurin, Manuel Almunia, sum fýra ferðir mátti fara í málið eftir bóltinum, eftir at Messi hevði roynt seg. – Eg royndi at lesa hann av, men tað er sera torført. Hann gera hvat hann vil við
at steðga Lionel Messi. Væntað verður, at Messi fer at verða feldur, og at hann kann vænta sær eina harða viðferð. Italsk stórlið eru von við føra ein harðan taktikk út í lívið. Messi er kortini vanur [...] ímóti Barcelona og Lionel Messi. Í annaðkvøld klokkan 19.45 verður tann fyrra finalan millum Inter Milan og FC Barcelona spæld á San Siro leikvøllinum í Milan. Lionel Messi er toppskjútti í Champions [...] hava yvir 30 spælarar fingið gult ella reytt kort, fyri at royna at bremsa Messi ólógliga. So ásannast má, at Lionel Messi er dýrur hjá mótstøðuliðunum uppá nógvar mátar.
Lionel Messi, Jorge Messi er sæddur í saudiska høvuðsstaðnum, Riyadh har tað ljóðar, at hann hevur møtt oddafólkunum í saudiska fótbóltsheiminum. Tað kann eisini hava samband við, at Lionel Messi er am [...] saudiska felagið, Al-Hilal at lokka Lionel Messi til felagið við einum ørandi høgum lønartilboði. The Sun skrivar, at fótbóltsfelagið í Riyadh bjóðar Lionel Messi eina ársløn upp á 194 miljónir bretsk pund [...] ambassadørur hjá saudisku ferðavinnuni. Sáttmálin hjá Lionel Messi við Paris Saint Germain gongur út í summar, og tí má Lionel Messi taka eina avgerð rættiliga skjótt.
vikuskiftið vann felagið meistaraheitið, eftir at hava spælt javnleik móti Lens. Sjálvt um Lionel Messi skoraði eitt gott mál, so ýldu áskoðararnir eftir honum og Neymar. Hetta tí teir meta, at avrikið [...] nýggjum venjara og nýggjum ítróttarstjóra. Tó sigur Sky Sports seg vita, at tað verður við Lionel Messi í hópinum. Hinvegin er ikki óhugsandi, at Neymar verður millum teirra, sum felagið er sinnað at lata