Aftaná 2-0 sigurin á Real Madrid á útivølli, kennir Lionel Messi seg rættiliga vísan í, at Barcelona fer at endurvinna La Liga.
- Tað eru nógvir dystir eftir, og vit hava nakrar ringar útidystir, men vit tóku eitt stórt stig í dag. Talan var um ein ringan dyst, og spælarnir hava stóra virðing fyri hvørjum øðrum. Vit tóku av møguleikunum, og tí vunnu vit, sigur Lionel Messi við Goal.com.
Lionel Messi hevur ikki at tosa so nógv um innanhýsis dystin ímóti Christiano Ronaldo.
- Dysturin snúði seg ikki um okkum báðar. Barca var bara væl betur, og tað er tað eg fegnist um. Vit fingu trý ógvuliga týdningarmikil stig, og nú eru vit einsamallir á odda í La Liga. Vit hava ein veruligan fyrimun nú.
Leygarkvøldið skeyt Lionel Messi sítt mál nummar 40 fyri Barcelona hetta kappingarárið. Í La Liga hevur hann framt eitt bragd, við at skjóta 27 mál í 28 dystum. Í øðrum kappingum hevur hann skotið 13 mál fyri Barcelona.