Lionel Messi skoraði tvey mál í 4-0 sigrinum á AC Milan í kvøld. Samanlagt er Barcelona víðari við einum 4-2 sigri.
Barcelona fekk eina dreyma byrjan. Longu aftaná fimm minuttir vísti Lionel Messi seg frá síni bestu síðu. Hann fekk bóltin stutt uttanfyri brotsteigin og umringaður av AC Milan verjuni legði hann bóltin upp í trýkantin.
Fimm minuttir fyri hálvleik fekk Lionel Messi bóltin í áleið somu støðu og aftur skoraði hann. Hesa ferð við fløtum skoti við nærmastu stong. So stóð javnt í samanlagdu støðuni.
Tíggju minuttir inn í seinna hálvleiki fekk Barcelona so avgerandi málið til 3-0. David Villa fekk fatur á bóltinum inni í brotsteiginum og við neyvum skotið sendi hann bóltin handara síðunet.
AC Milan kom væl við í dystin móti endanum, men teir høvdu ikki hepni við sær og so fór Barcelona í mótálop og Jordi Alba økti til 4-0.
Champions League 1/8 finalur:
Barcelona(0) - (2)AC Milan 4-0
1-0 Lionel Messi, 5
2-0 Lionel Messi, 39
3-0 David Villa, 55
4-0 Jordi Alba, 90+3
Barcelona vinnur samanlagt 4-2
Schalke 04(1) - (1)Galatasaray 2-3
1-0 Roman Neustädter, 17
1-1 Hamit Altintop, 37
1-2 Burak Yilmaz, 42
2-2 Michel Bastos, 63
2-3 Umut Bulut, 90+5
Galatasaray vinnur samanlagt 4-3









