Inter Milan fyrireikar seg til báðar hálvfinalurnar ímóti Barcelona og Lionel Messi. Í annaðkvøld klokkan 19.45 verður tann fyrra finalan millum Inter Milan og FC Barcelona spæld á San Siro leikvøllinum í Milan.
Lionel Messi er toppskjútti í Champions Leaugue, har hann higartil hevur skotið átta mál. Bara ímóti Arsenal í fjórðingsfinaluni skeyt hann fýra mál í einum knúsandi 4-1 sigri á heimavølli.
Nú verður gitt hvat Inter-venjarin, José Mourinho fer at gera fyri at steðga Lionel Messi. Væntað verður, at Messi fer at verða feldur, og at hann kann vænta sær eina harða viðferð. Italsk stórlið eru von við føra ein harðan taktikk út í lívið.
Messi er kortini vanur við eina harða viðferð. Bara hetta kappingarárið hevur hann vunnið langt yvir 100 fríspørk. Hetta kappingarárið hava yvir 30 spælarar fingið gult ella reytt kort, fyri at royna at bremsa Messi ólógliga. So ásannast má, at Lionel Messi er dýrur hjá mótstøðuliðunum uppá nógvar mátar.










