Komandi fríggjakvøld spælir Argentina HM-undankappingardyst móti Uruguay á útivølli. Og komandi týskvøld spælir Argentina HM-undankappingardyst á heimavølli móti Brasil.
Talan er tveir teir størstu kappingarneytarnir hjá Argentina í Suðuramerika, men teir mugu klára báðar dystirnar uttan Lionel Messi.
37 ára gamla legendan, ið hevur skotið 112 mál í 191 landsdystum fyri Argentina hevur givið avboð til HM-undankappingardystirnar móti Uruguay og Brasil vegna ein snudd, ið Messi fekk í einum dysti fyri Inter Miami móti Atlanta United í bestu amerikonsku deildini.
Argentina er fremst í suðuramerikanska HM-undankappingarbólkinum við 25 stigum fyri 12 dystir. Uruguay er næstfremst við 20 stigum.