Stríðið ímillum Lionel Messi og FC Barcelona er av. Í øllum førum hevur argantinska stjørnan júst kunngjørt, at hann heldur fram í FC Barcelona.
Tað er í einari samrøðu við Goal fyri lítlari løtu síðani, at Lionel Messi váttar, at hann heldur fram í FC Barcelona komandi kappingarár.
Messi hevur verið ósamdur við leiðsluna í FC Barcelona, og søgur hava gingið um at hann hevur ynskt at sleppa úr felagnum. Hann hevur eitt nú verið settur í samband við eitt nú Manchester City.
Verandi sáttmálin er galdandi fram til 30. juni 2021. Tað er ógreitt hvat hendir eftir tað, men fyribils kann so staðfestast, at stríðið ímillum FC Barcelona og Lionel Messi er av, og at hann heldur fram við at spæla har í øllum førum komandi kappingarár.











