Alt er ikki gott í franska stórfelagnum Paris Saint Germain. Um vikuskiftið vann felagið meistaraheitið, eftir at hava spælt javnleik móti Lens. Sjálvt um Lionel Messi skoraði eitt gott mál, so ýldu áskoðararnir eftir honum og Neymar.
Hetta tí teir meta, at avrikið í Champions League móti Ral Madrid ikki var gott nokk. Ein annar, sum fær av at vita er venjarin Mauricio Pochettino, og ítróttarstjórin Leonardo. Sky Sports skrivar, at báðir eru í vand fyri, at verða loystir úr starvinum.
Stóra avbjóðingin hjá PSG í summar er, at sáttmálin hjá Kylian Mbappé gongur út. Hann er besti spælarin á liðnum, men er helst á veg til Real Madrid. Uttan Kylian Mbappé skal liðið byggjast á nýggjum, við nýggjum venjara og nýggjum ítróttarstjóra.
Tó sigur Sky Sports seg vita, at tað verður við Lionel Messi í hópinum. Hinvegin er ikki óhugsandi, at Neymar verður millum teirra, sum felagið er sinnað at lata fara. Hann hevur tó sjálvur boðað frá, at hann heldur fram, sjálvt um áskoðararnir ýla eftir honum í løtuni.
Antonio Conté hevur í vikuni verið settur í samband við PSG. Hann er í løtuni venjari hjá Tottenham. Tað hevur leingi ljóðað, at fyrstaval hjá PSG er Zinedine Zidane, men hann er uppvaksin í Marseille, sum er arvafíggindi hjá PSG og tað verður sæð sum landssvíkjarí, um hann velur at taka av.











