Messi hattrick og APOEL undur

Champions League umfarið í kvøld skapti tvey púra óvæntað úrslit. Og tað størsta var, at kypriotiska APOEL Nicosia megnaði at vinna á FC Porto, og harvið at halda fast um fyrsta plássið í bólkinum.

 

Kypriotiska liðið kom á odda í fyrra hálvleiki við brotsspari, sum fyrrverandi FCK leikarin Almeida setti í netið, og hóast tað eydnðist brasiliumanninum Hulk at javna, skoraði Manduca sigursmálið í seinasta minutti.

 

Hitt óvæntaða úrslitið var javnleikurin, sum Genk fekk á heimavølli móti Chelsea. Londonliðið kom annars á odda í fyrra hálvleiki við máli, sum Ramires skoraði, men so brendi landsmaðurin, Luiz, brotsspark, og í sienna hálvleiki javnaði Vossen.

 

Barcelona hevði trupulleikar at finna málið, tá teir leiktu móti Viktoria Plzen á heimavølli og bert vunnu 1-0. Men í kvøld á útivølli móti sama liði gekk betur. Messi skoraði hattrick og Fabregas eitt fjórða, tá Barca vann 4-0.

 

Úrslitini vóru annars

 

Bólkur E

Genk-Chaesea 1-1

Valencia-Leverkusen 3-1

 

Bólkur F

Arsenal-Marseille 0-0

Dortmund-Olympiakos 1-0

 

Bólkur G

Zenit St. Petersburg-Shaktar Donetsk 1-0

APOEL Nicosia-FC Porto 2-1

 

Bólkur H

BATE Borisov-AC Milan 1-1

Viktoria Plzen-Barcelona 0-4