eru, og eg tori at pástanda, at Páll helt fyri, at ein játtan, sum fyrst er komin, verður væntandi ikki tikin burtur aftur. Formaðurin í Giktafelagnum sigur, at Páll hevur ikki hildið orð. - Eg havi hildið [...] munandi. Hon sigur, at skerda játtanin á fíggjarlógini merkir, at ymisk arbeiðir og tilrættaløgd tiltøk, sum Giktafelagið hevði, nú mugu takast av kránni. - Eg haldi, hetta er ein vanvirðing av feløgunum [...] MBF, soleiðis at meginfelagið nú fekk 1,4 miljónir at ráða yvir. - Hetta var rættiliga munagott, sigur Leila, tí nú fekk Giktafelagið eisini væl meira pening at ráða yvir. Hon sigur, at tá ið felagið
so, at tað var tað ikki. Eiler var tvær ferðir undir skurð á Landssjúkrahúsinum, men so varð gjørt av, at hann skuldi flytast niður á Ríkissjúkrahúsið. - Eg fekk ein hálvan tíma at pakka í, um eg skuldi [...] sjúkrahúsinum, so eg haldi so avgjørt, at tilboðið átti at verðið til sjúklingar, sum møguliga hava tørv á fleiri viðgerðum, sigur Hallbjørg. Tey halda bæði so avgjørt, at nýralæknin átti at verið oftari í [...] greiddi frá, at hann var sjálvur sjúkur, men hann fekk dialysu hvønn dag. Og hann segði, at tað hevði gjørt stóran mun fyri hansara lívskvalitet, greiðir Hallbjørg frá. Hetta fekk tey at hugsa um, at Eiler átti
gongd við at mála. ? Eg verði ikki inspireraður av nøkrum, eg royni bert sjálvur. Tað verður tosað um at fara til Fraklands at hyggja seg um. Eg havi ongastaðni verið, heilsan hevur ikki verið góð. Eg havi [...] Havnini? ? Ja ja, tað ger man. Annars kom eg heldur ikki nógv millum listafólk. Heldur ikki tá ið eg búði í Havnini. Eg havi tað útmerkað við at vera isoleraður. Bara eg sleppi út at fáa mær fríska luft [...] er fínt. Eg byrji vanliga eftir døgurða seinnapart at mála. Fyrr málaði eg um náttina, tað gjørdi eg nógv av. Eg veit ikki hví eg var mest upplagdur tá, tað var ró yvir tí heila. Tað er gott at hava musikk
men hann var hvørki at høgga ella stinga í, segði, at eg byrjaði longu í Hvalba at citera Martin Joensen, um eg ikki visti, at hann var javnaðarmaður. Hann segði einki um, at eg eisini citeraði Poul F [...] eisini grundleggjandi samd um at virða hvønn annan. Og enntá viðhvørt halda at hin hevur rætt, uttan at vit tora at siga tað. Fyri at halda meg til sakina kann eg viðmerkja, at oljan als ikki var nýtt í [...] men lat tað fara. Eg haldi, at føroyingar ásanna meiri og meiri, at heimurin er so samansjóðaður í dag, at avbjóðingarnar eru alt ov stórar til at vit hava ráð til, hvør í sínum lag, at sita við einum ringum
eftir hvørjum øðrum, men eg haldi ikki at tað eydnast væl, tí ljóðið frá bassinum og ljóðið frá gittarinum líkjast ov nógv. Tónleikurin á fløguni er ein ljóðmynd, ella kanska bara ein múrur ímillum ljóð og [...] ikki latið vera við at hugsa, hvussu gott tað er, at onkur ger inniligan tónleik - tónleik, sum meinar okkurt - tónleik, ið rakar mergin. Hvørki Øssur ella Hjalti eru bangnir fyri at spæla sín egna merg [...] Men tað, sum hann er førur fyri og sum aðrir, ella fáir ikki megna er, at lata ljóðið úr bassinum í ein búna, ið ikki er til at kenna aftur. Hesin búnin er merktur av einum intensiviteti, ið ikki er úr
viðganga nú, at tað eru vinnupolitisk atlit, sum liggja í buktini. Í øllum førum eisini. ? Eg haldi tað vera undrunarvert, at landsstýrismaðurin við lógarmálum er so snævurskygdur, tori eg at siga, at hann vil [...] prinsippið um, at persónuppslýingar í mestan mun skulu vera í Føroyum, til at siga, at tað blanda vit okkum slett ikki uppí. At tað skal vera púra frítt. Eg sakni nøkur argument fyri, at Sambandsflokkurin [...] við at forða peningastovnunum at flyta upplýsingar av landinum. Men hann lat kortini løgtingið skilja, at tað ikki er vist, at hann tekur undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum. ? Eg haldi tað p
skúlanum. Eg minnist ikki, hvussu eg fann útav, at skúlin var til, men so vítt eg minnist fekk eg einki at vita um hann, tá eg í míni tíð spurdi lestrarvegleiðaran í studentaskúlanum um møguleikan fyri at útbúgva [...] mær, at tað ikki fór at bera til soleiðis meira ella minni at droppa tónleikin tey næstu fýra árini fyri at konsentrera meg um nakað annað. Hví fórt tú so til Íslands? - Ja, hví gjørdi eg nú tað? Eg royndi [...] fyrst at sleppa inn á konservatoriið í Esbjerg. Tað er eftirhondini við at vera langt síðani, og eg havi nokk ikki verið á nóg høgum støði. Eg var nær við at sleppa inn, men tað gekk so ikki. Tá eg ikki
við í arbeiðinum. - Eg var beinanvegin bergtikin av hesi fantastisku verkætlan. Av hesum sera vøkru húsunum og søguni hjá húsunum. Eg skilti, at eg kundi gera ein mun, tí vildi eg vera við í verkætlanini [...] og vit minnast tað sama. Vit eru ymisk, men vit skilja, at vit eru ymiskt, og okkara traditión fyri samráðingum ger, at vit duga at vera samd um, at vit eru ósamd, sigur Vigdís Finnbogadóttir. Hon tykist [...] um havið fyri at røkka okkum í dag - vit eru kosmopolitisk, nútímans og intelligent fólk. Faktisk haldi eg, at elegant er rætta orðið, sigur Vigdís Finnbogadóttir. ? Tað liggur til okkum at søkja út í heimin
fegnast um, at hol er sett á meirvirkingina av rávøruni, sum kemur inn á dekkið. - Eg endurtaki, at hetta fer at taka sína tíð, og eg kundi hugsað mær, at tað gekk skjótari. Hanus vísir á, at tá ið skipið [...] siga tað at fara undir nýggjar framleiðslur, men hann ivast ikki í, at hetta í longdini fer at geva úrslit. - Her skal eitt stórt arbeiði gerast. Í fyrsta lagi er neyðugt, at vit hava eina vøru at bjóða út [...] vit siga, at Skálaberg ger meira við fiskin enn hin trolarin, Sundaberg. Hann sigur, at bæði reiðarí og manning eru sera spent uppá, hvussu royndirnar at fáa meira burtur úr fiskinum fara at eydnast. -
ikki at ganga á møti. ? Í somu løtu eg fái kanningina, verður hon almannakunngjørd. Hetta er eitt trý ára gamalt mál, og eg havi alla tíðina sagt, at eg geri hana almenna, tá ið eg fái hana. At eg fái hana [...] Svørtubók, at óttast fyri, at kanningin fóru at verða misnýtt í einum skitnum valstríði. Føroyski søgufrøðingurin heldur, at løgmaður, sum hevur bílagt kanningina, átti at umhugsað, um kanningin átti at verið [...] er av tilvild. Eg haldi tað vera upplagt, at hon verður løgd fram, nú hon er liðug, sigur Hans Pauli Strøm. Søgufrøðingurin, ið hevur skrivað kanningina, segði við Sosialin í gjár, at bókin inniheldur