Fiskivinna
Tá ið Skálaberg av fyrsta túrinum í Barentshavinum legði veiðina upp í Grimsby, 19. november, varð meira gjørt burtur úr enn vanligt við at bjóða viðskiftafólki at síggja tær vørur, sum virkaðar vórðu umborð á túrinum.
Hanus Hansen, reiðari á JFK-Troli, sigur, at veiðan hendan túrin var góð 600 tons. Meginparturin var flak, men nakað var eisini av lidnum vørum, eitt nú portiónum og ymiskum vørum í smápakningi. Aftrat hesum hevði skipið eisini nakað av rundum heilfrystum fiski, sum marknaður vísir seg at vera fyri.
- Tað ljóðar kanska ótrúligt, at tað loysir seg at heilfrysta fisk umborð á einum flakatrolara, men er fiskastøddin hin rætta, er hetta nakað, sum loysir seg.
Tekur tíð
Hanus Hansen leggur dent á, at meirvirkingin umborð á Skálabergi er á royndarstigi, men ætlandi verður farið meira miðvíst undir hesar ætlanir, tá ið Skálaberg fer í norskan sjógv einaferð í januar mánaði komandi ár.
- Fiskurin í norskum sjógvi er størri, og betri møguleikar eru at fáa meira burtur úr honum. Ætlanin hjá okkum er at byrja við meira føstum avtalum, tá ið farið verður avstað aftur fyrst í komandi ári.
Reiðarin vísir á, at tað er sjálvsagt ikki bara sum at siga tað at fara undir nýggjar framleiðslur, men hann ivast ikki í, at hetta í longdini fer at geva úrslit.
- Her skal eitt stórt arbeiði gerast. Í fyrsta lagi er neyðugt, at vit hava eina vøru at bjóða út, sum keyparar vilja hava. Í øðrum lagi mugu vit samráða okkum fram til avtalur um keyp av hesum vørum.
Hanus sigur, at meirvirkaðu vørurnar, sum Skálaberg hevði heim við hendan túrin, eru farnar á marknaðin, og nú bíða teir í spenningi eftir, hvussu tær verða móttiknar.
- Slíkar verkætlanir verða ikki upparbeiddar eftir einum degi, men í løtuni kunnu vit siga, at Skálaberg ger meira við fiskin enn hin trolarin, Sundaberg.
Hann sigur, at bæði reiðarí og manning eru sera spent uppá, hvussu royndirnar at fáa meira burtur úr fiskinum fara at eydnast.
- Tað verður nokk ikki soleiðis, at vit eftir stuttari tíð kunnu siga, at Skálaberg fær fleiri miljónir meira fyri sína last enn eitt nú Sundaberg, men vit trúgva uppá, at royndirnar við tíðini fara at geva úrslit.
Hjá-rávøran
Hanus sigur, at tað næsta, sum reiðarí og manning hava í stoypiskeiðini, er at fáa meira burtur úr hjá-rávøruni, sum higartil lítið og einki verður gjørt við.
Hann sigur, at á hesum fyrsta túrinum eystanfyri hevði Skálaberg nøkur tons av rognum, livur, kjálkum, uggum og øðrum úr fiski.
- At skip og virkir í ein ávísan mun taka rogn, er einki nýtt, men prísurin á rognum kann vera ógvuliga skiftandi, ár undan ári. Uggarnir eru eisini áhugaverdir, og frá øðrum royndum vita vit, at teir saktans kunnu seljast.
Hann vísir á, at Sundaberg fyri góðum hálvum øðrum ári síðan gjørdi eina roynd at taka uggar, sum kundu seljast fyri einar 7 krónur fyri kilo. Hetta vóru feskir og frystir uggar, sum áhugi eisini er fyri, tá ið teir eru saltaðir.
- Við í ætlanunum hjá okkum er eisini at taka eitt nú sil og magar, men enn eru vit ikki rættiliga komnir í gongd við hesum.
Japanesarar
Hanus sigur, at ætlanin er at taka ein ella tveir japanesarar umborð í januar, sum serliga skulu fylgja framleiðsluni av úrdráttum burtur úr hjá-rávøruni, og hann er sera spentur uppá, hvat fer at spyrjast burtur úr, tá ið vártúrurin hjá Skálabergi verður liðugur.
- Tað kostar okkum einki at gera fleiri av royndunum, sum eru gjørdar og liggja fyri framman. Fáa vit 2-3 krónur fyri kilo av vørunum, vit koyra í eskjur, dekkar tað útreiðslurnar og pakningin.
Reiðarin fegnast um, at hol er sett á meirvirkingina av rávøruni, sum kemur inn á dekkið.
- Eg endurtaki, at hetta fer at taka sína tíð, og eg kundi hugsað mær, at tað gekk skjótari.
Hanus vísir á, at tá ið skipið kemur við flaki, er gravgangur eftir vøruni, men tá ið talan er um aðrar hjá-vørur, noyðist tú fyrst at gera eitt framleiðslu-og søluarbeiði, áðrenn úrslit spyrst burtur úr.
- Hetta er ein spennandi verkætlan, og eg haldi, at hugburðurin bæði hjá reiðarí og manning er hin rætti, sigur Hanus Hansen, reiðari, at enda.










