Vinnulig atlit góðtikin

Løgtingið viðgongur nú púra opið, at PBS-málið eisini snýr seg um vinnupolitisk atlit. Samgongan heldur tað vera í lagi, tí tað hevur løgtingið samtykt frammanundan. Enn eitt kapitull varð skrivað í PBS-málinum, tá Sambandsflokkurin royndi at broyta lógina, men uppskotið fekk kalda móttøku

Einki bendir á, at Sambandsflokkurin fær undirtøku fyri at broyta lógina um persónsupplýsingar til frama fyri peningastovnarnar. Tað vísti orðaskiftið í tinginum týsdagin. Skal uppskotið fáa meiriluta, skal øll samgongan og minst ein samgongulimur taka undir við uppskotinum, men tað bendir einki á fer at henda.
Málið hevur stungið seg upp, tí Elektron og peningastovnarnir vilja fremja sjálvvirkandi flytingar millum fólk og stovnar í Føroyum í samstarvi við PBS í Danmark. Tað merkir, at upplýsingar skulu liggja í einari danskari skipan. Tað helt Høgni Hoydal landsstýrismaður ikki samsvara við tingsins vilja, og tí lýsti hann eina kunngerð, sum ásetir, at peningaflytingar millum fólk og stovnar í Føroyum skulu fara fram í Føroyum.
Tað vil Sambandsflokkurin broyta í lógini. Hann vil gera tað frítt hjá peningastovnunum at gera av, hvar upplýsingar teirra skulu liggja. Men uppskotið fær neyvan undirtøku eftir orðaskiftinum at døma.

Múrar um Føroyar
Málið er farið at snúgva seg um, hvørt talan er um vernd hins einstaka ella vinnupolitisk atlit. Tingmenn viðganga nú, at tað eru vinnupolitisk atlit, sum liggja í buktini. Í øllum førum eisini.
? Eg haldi tað vera undrunarvert, at landsstýrismaðurin við lógarmálum er so snævurskygdur, tori eg at siga, at hann vil byggja ein verjugarð um hetta landið. Um ein stovn í landinum, fyri at verja nøkur arbeiðspláss. Vit liva í eini alheimsgerð, og heimurin verður minni og minni fyri hvønn dag, sum gongur. Kortini so tvíheldur mann um hendan verjugarðin. Vit skulu byggja ein múr um hetta landið, fyri at vit skulu klára okkum sjálv, sigur Bárður Nielsen, sum legði uppskotið fram fyri Sambandsflokkin.

Vit duga og orka
Jógvan Arge, framsøgumaður Tjóðveldisfloksins, vísir hvassliga sjónarmiðunum hjá Sambandsflokkinum aftur. Hann segði uppskotið vera enn eitt av hesum, sum eru merkt av hugsanini um, at vit duga einki, kunnu einki og orka einki sjálv. Hann vísti enn einaferð, at tað var løgtingsins vilji, sum varð førdur út í lívið. Og hann staðfesti, at tað eisini vóru vinnupolitisk atlit framd, men tað var einki forgjørt í tí.
? Tað er einki dulsmál, at vinnupolitisk atlit høvdu týdning, tá reglan um, at heilar edv-skipanir ikki skuldu av landinunum, komu í lógina í 1994. Vit halda framvegis ikki, at tað er rætt at senda allar upplýsingar, sum viðvíkja føroyingum í Føroyum av landinum at verða viðgjørdar og goymdar, og vit halda eisini, at føroyingar eru førir fyri sjálvir at gera skipanir til tann tørv, sum vit hava. Í orðaskiftinum, sum hevur verið um málið, hava vit einki hoyrt um, at okkara fyritøkur ikki eru førar fyri at gera arbeiðið, sigur Jógvan Arge.
Hann staðfesti, at talan er um persónsvernd, men tað ger ikki støðuna verri, at hetta eisini tryggjar vinnuførleikan á økinum ? heldur enn at lata førleikan liggja uttan fyri okkara samfelag.

Prinsipielt skeivt
Kristian Magnusssen úr Javnaðarflokkinum hevur ført svørið fyri peningastovnarnar og Elektron í hesum málinum. Og í tinginum førdi hann somu sjónarmið fram, sum hava verið hoyrd áður. Hann heldur beinleiðis Høgna Hoydal hava brotið lógina um persónsupplýsingar við at forða peningastovnunum at flyta upplýsingar av landinum. Men hann lat kortini løgtingið skilja, at tað ikki er vist, at hann tekur undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum.
? Eg haldi tað prinsipielt vera skeivt, at mann kemur í løgtingið at broyta eina lóg, bara tí at landsstýrismaðurin brýtir lógina. Tað er ein løgin mannagongd, sum vit hava sæð fyrr. Hervið sleppur mann kanska undan at siga, at landsstýrismaðurin gjørdi ein feil. Soleiðis kunnu vit kanska devaluera eina avgerð hjá rættinum. So vítt eg dugi at skilja og fleiri serfrøðingar við mær, so er Høgni Hoydal í ferð við at taka bara eitt vinnupolitiskt atlit, og tað stendur einki í lógini, sum heimilar tí, sigur Kristian Magnussen.

Bóltar rút
Sambandsfólk bíðaðu helst spent eftir Fólkaflokkinum, tí tað var helst haðani, tey vónaðu at fáa stuðul fyri sínum uppskoti. Men einki bendir á, at Fólkaflokkurin fer við teimum.
Jógvan á Lakjuni, sum eisini er formaður í Rættarnevndini, tóktist at standa við, at tað er løgtingið, sum hevur gjørt av, at persónsupplýsingar í edv-skráum, sum koma undir lógina, skulu goymast og viðgerast í Føroyum.
? Sambandsflokkurin skýtir upp at taka tað burtur, sum løgtingið fleiri ferðir hevur samtykt. Taka tað burtur úr lógini, sum løgtingið hevur lagt afturat, bæði í 1994 og 2001. Mann fer frá einum prinsippið um, at persónuppslýingar í mestan mun skulu vera í Føroyum, til at siga, at tað blanda vit okkum slett ikki uppí. At tað skal vera púra frítt. Eg sakni nøkur argument fyri, at Sambandsflokkurin bóltar rút, tí teir hava eisini samtykt hetta. Tað var eitt einmælt løgting, sum segði, at persónsupplýsingar skulu varðveitast í Føroyum. Hetta er ógvuliga umráðandi, sigur Jógvan á Lakjuni.

National trygd
Høgni Hoydal, landstýrismaður, stendur rimmarfast um, at tað er í samsvari við tingsins vilja, at upplýsingar skulu goymast í Føroyum, og hann vísir aftur, at hetta forðar fyri samskifti úteftir.
? Tað stendur øllum púra frítt at samskifta við bæði PBS og øll onnur. Men tá tað snýr seg um flytingar og upplýsingar millum teg og meg í Føroyum. Millum stovnar, fyritøkur og fólk í Føroyum. Lat tað so fara fram í Føroym, sigur Høgni Hoydal.
Hann viðgongur, at tað eru vinnupolitisk atlit, ið eru arvað frá undanfarnum løgtingum, sum liggja undir lógini. Men tað snýr seg eisini um trygd. Bæði persónliga og nationala.
? Gamaní snýr tað seg um vinnupolitisk atlit. Men tað snýr seg eisini um løgræði. Um vit ikki forða hesum, so kunnu allar upplýsingar flytast av landinum, og hvør hevur so ræði á økinum. Hvør kann so tryggja verndina hjá tí einstaka. Hetta snýr seg eisini um nationala trygd og hvør hevur ræðið á økinum, sigur Høgni Hoydal.Uppskotið hjá Sambandsflokkinum varð beint í rættarnevndina.