96 lið hava higartil meldað til Reyði Pantarin Cup

Kappingin verður í døgunum, 14.-16. november, og freistin at tekna luttøku er í dag, sigur fjepparafelagið hjá B68

Higartil hava 96 lið tilmeldað luttkøku til innandura fótbóltskappingina, sum fjepparafelagið hjá B68 - Reyði Pantarin - skipar fyri í stóru fimleikarhøllini í Tofta skúla.

 

- Hetta er ein kapping fyri yngru liðini - í aldrinum U5 til U16. Hvørt lið telur fimm leikarar og í mesta lagi ein eyka leikara. Tó spæla U13, U15 og GU16 við fýra leikarum.

 

Í fjepparafelagmum siga tey, at liðini kunnu hava egin nøvn ella nevnast eftir fótbóltsfelagnum.

 

Eru trý ella fleiri gentulið til eina deild, verður kapping fyri gentum eisini.

 

- Annars hava gentulið møguleikan at leika við dreingjaliði, tó í einum yngri aldursbólki, um tær ynskja tað.

 

Reyði Pantarin sigur, at luttøkugjaldið er 500 krónur, sum skal gjaldast kontant - ella við korti, tá møtt verður. 

 

- Eru fyrispurningar, ber til at senda sms ella ringja til Jan Andersen á tlf. 749060.

 

Í fjepparafelagnum leggja tey aftrat, at seinasta freist at tilmelda seg til Reyði Pantarin Cup er í dag, 11. november.