Flutningstænastan hjá Lyfta: Flyta eisini fyri privatfólk

- Líka mikið hvør uppgávan er, so ber til at leiga sær arbeiðsamboðið frá Lyfta til júst tað arbeiðið, sum skal gerast, sigur stjórin í Sp/f Lyfta

 

- Um bilurin steðgar upp og ikki kann koyra, er bara at ringja til okkum, so koma vit við okkara flutningsbili og koyra bilin, har hann skal - um tað er heim, ella bilurin skal á verkstað

Umframt at vera landsins størsti veitari av leiguamboðum, hevur Lyfta eisini sína egnu flutningstænastu til privatfólk, sigur Finn Danberg, stjóri í Sp/f Lyfta.   

 

- Vit bjóða okkum fram at levera og heinta bilar. Um bilurin steðgar upp og ikki kann koyra, er bara at ringja til okkum, so koma vit við okkara flutningsbili og koyra bilin, har hann skal - um tað er heim, ella bilurin skal á verkstað.

 

Eisini um bilurin skal burturbeinast, so ordnar flutningstænastan hjá Lyfta tað. Eigarin skal bert frámelda bilin og lata nummarpláturnar inn, so ordna vit rest.   

 

- Vit koyra eisini maskinur og amboð fyri vinnulívið, tá tørvur er á flyta teirra amboð og maskinur frá einum arbeiðsstaði til annað.

 

Stjórin vísir á, at Lyfta soleiðis er amboðsdeildin hjá føroyska vinnulívinum.

 

- Vit leiga arbeiðstól út í øllum støddum. Tað kann til dømis vera málarameistarin, sum skal mála ein bygning ella ein byggimeistari sum skal byggja eini hús ella gera ábøtur, ella ein skipasmiðja sum skal arbeiða uppá skip.

 

Finn Danberg sigur, at líka mikið hvør uppgávan er, so ber til at leiga sær arbeiðsamboðið frá Lyfta til júst tað arbeiðið, sum skal gerast.

 

- Eisini privatfólk leiga amboð frá Lyfta, so vit eru somuleiðis amboðsdeildin hjá vanliga føroyinginum, leggur hann aftrat.

 

Lyfta hevur fleiri enn 800 maskinur og amboð, sum t.d. lyftir í øllum støddum, trukkar, gravimaskinur, blandimaskinur, betongfresarar, betongslíparar, skeriamboð, brekkarar, skeriborð og stillass til leigu. 

 

- Tað er ein stórur fyrimunur at leiga heldur enn at eiga, sigur Finn Danberg, tí ofta er tørvurin á einari maskinu ella amboði einans í eitt styttri tíðarskeið, og tá loysir tað seg ikki at gera eina millióna íløgu í eina maskinu. Tískil er tað munandi betri at leiga heldur enn at eiga. 

 

Lyfta heldur til á Hjalla 30, telefonin er 350 550, telduposturin er lyfta@lyfta.fo, og fyritøkan er at finna á www.lyfta.fo 

 

##med2##

 

- Um bilurin steðgar upp og ikki kann koyra, er bara at ringja til okkum, so koma vit við okkara flutningsbili og koyra bilin, har hann skal - um tað er heim, ella bilurin skal á verkstað