Kenna seg vanvird av landsstýrinum

- Páll á Reynatúgvu hevur ikki hildið orð. Eg helt nógv av manninum, men nú er álitið munandi skert. At skerja játtanina til Meginfelag teirra Brekaðu, har Giktafelag Føroya er limur, er ein vanvirðing av limafeløgunum, sum gera eitt stórt og gott arbeiði. Hetta átala vit harðliga, sigur Leila Solmunde, formaður í Giktafelag Føroya

Giktafelag Føroya er stovnað í 1948 og er sostatt elsta sjúklingafelag í Føroyum. Úr søguni kann nevnast, at føroyska og danska giktafelagið í 1959 góvu Landssjúkrahúsinum meira enn 50.000 krónur til bygningin, sum í dag verður róptur C-bygningurin. Hetta svarar í dagsins peningi til eina miljón krónur!
Ætlanin var, at hesin bygningur skuldi nýtast til gikta-og epedimideild.
Men líkt er ikki til, at myndugleikarnir eru líka so sárir um tey giktsjúku í Føroyum, sum giktafelagið er.
Leila Solmunde, formaður í Giktafelag Føroya, sigur, at fíggjarlógaruppskotið, sum fyriliggur, skerjir enn einaferð møguleikarnar hjá feløgunum, sum eru limir í Meginfelag teirra Brekaðu, at gera eitt rímiligt arbeiði fyri sínar limir.
 
Feløgini stóra vitan
 
- Eg trúgvi ikki, at politikararnir, sum umsita heilsu-og trivnaðarmál, vita, hvussu stóra vitan feløgini hvørt sær hava á sínum øki, og hvussu nógvan pening hesi spara almennu fyrisitingini fyri eitt nú vanliga upplýsing.
               Leila sigur, at feløgini, sum eru limir í MBF, gera eitt megnar arbeiði fyri einstaka føroyingin, sum ber sjúku ella brek.
               - Men hetta sæst ikki aftur í teirri játtan, sum fleiri av feløgunum fáa. Politiski myndugleikin játtar bert eftir, hvat tey nú einaferð halda vera rímiligt.
               Formaðurin í Giktafelag Føroya sigur, at nøkur feløg, sum eru limir í MBF, fáa serstaka játtan á fíggjarlógini, og tað unnir hon teimum so hjartaliga.
               - Hini feløgini, sum eisini eru limir í Meginfelag teirra Brekaðu, missa sambært hesum fíggjarlógaruppskotinum eina hálva miljón.
               Leila sigur, at MBF hevur fingið 900.000 krónur á fíggjarlógini, harav einar 600.000 krónur eru farnar til umsiting. Hinar 300.000 krónurnar eru so býttar millum limafeløgini, sum ikki eru á fíggjarlógini.
               - Hetta býtið er eftir limatalinum, og okkara partur í Giktafelagnum hevur ligið um einar 20.000-25.000 krónur. Tað er ikki nógmikið til frímerkir og telefon.
              
Páll sigur ósatt
 
Men á fíggjarlógini seinasta ár legði landsstýrismaðurin, Páll á Reynatúgvu, hálva miljón krónur omaná játtanina til MBF, soleiðis at meginfelagið nú fekk 1,4 miljónir at ráða yvir.
               - Hetta var rættiliga munagott, sigur Leila, tí nú fekk Giktafelagið eisini væl meira pening at ráða yvir.
               Hon sigur, at tá ið felagið frammanundan bert fekk millum 20.000 og 25.000 krónur, gjørdu hesar 50.000 krónurnar, sum felagið nú fekk, góðan mun.
               - Men í ár hevur Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, so tikið hesa meirjáttan burtur aftur, og tað eru vit ógvuliga vónbrotin av.
               Leila tvíheldur um, at Páll sigur ósatt, tá ið hann sigur seg hava sagt, at meirjáttanin í ár væntandi fór at verða tikin avaftur, og at landsstýrið setti meira av til MBF, tí árið í ár er kosið at vera ár teirra brekaðu.
               - Vit skriva niður á teimum fundum, ið eru, og eg tori at pástanda, at Páll helt fyri, at ein játtan, sum fyrst er komin, verður væntandi ikki tikin burtur aftur.
               Formaðurin í Giktafelagnum sigur, at Páll hevur ikki hildið orð.
               - Eg havi hildið nógv av manninum, men við teirri atferð, hann og landsmyndugleikarnir annars hava víst í hesum og øðrum málum, sum viðvíkja giktsjúkum, er álitið nú skert munandi.
               Hon sigur, at skerda játtanin á fíggjarlógini merkir, at ymisk arbeiðir og tilrættaløgd tiltøk, sum Giktafelagið hevði, nú mugu takast av kránni.
               - Eg haldi, hetta er ein vanvirðing av feløgunum, sum eru limir í MBF, og hetta átala vit harðliga.
              
Samfelagslig uppgáva
 
Leila leggur dent á, at Giktafelag Føroya fer ongantíð at finna seg í at verða viðfarið á henda hátt.
               - Okkara felag ger eitt stórt og gott arbeiði, og vit krevja somu viðgerð fíggjarliga sum onnur feløg.
               Formaðurin sigur, at felagið krevur av politisku myndugleikunum, at fólk, sum líða av gikt, fáa ta viðgerð, tey hava krav um.
               - Tað er ein samfelagslig uppgáva at útvega fólki viðgerð á hóskandi støði, sigur Leila Solmunde, formaður í Giktafelag Føroya, at enda.