Vit eru fyrimynd og skulu halda saman

Norðurbryggjan er ein hornasteinur í norðurlendska samleikanum - hon er ein demokratisk verkætlan og eitt dømi um, at vit kunnu taka søguna og nýta hana til nakað positivt

Tað er líkamikið, hvønn tú so tosar við um Norðurbryggjuna - øll vísa á Vigdís Finnbogadóttir. Hon hevur verið ein avgerandi drívmegi. Hon hevur latið hurðar upp til toppin í donsku stjórnini. Hon hevur eina serliga visón fyri Norðurlond og Útnorður - tí eydnaðist Norðurbryggjan.
Mortan Meldgaard og Kaj Elkrog vendu sær til Vigdís Finnbogadóttir, tá teir fingu hugskotið um Norðurbryggjuna, tí teir vistu, at um nakar kundi gera henda dreymin til veruleika, so var tað hon. Hendan mergjaða kvinnan, ið er heimskend fyri sítt stríð fyri mannarættindi og fyri máli og mentan hjá smáum tjóðum. Hon kundi lata hurðar upp, sum eingin annar kundi. Og hon ivaðist onga løtu, tá teir spurdu, um hon vildi vera við í arbeiðinum.
- Eg var beinanvegin bergtikin av hesi fantastisku verkætlan. Av hesum sera vøkru húsunum og søguni hjá húsunum. Eg skilti, at eg kundi gera ein mun, tí vildi eg vera við í verkætlanini, sigur Vigdís Finnbogadóttir.
Vit eru familja
Hon er ein virkin kvinna, og í hennara lívsáskoðan hóskar Norðurbryggjan og er vorðin eitt av hennara hjartabørnum. Men hví er samanhaldið hjá Norðurlondum so týdningarmikið fyri Vigdís Finnbogadóttir? Sosialurin hevur spurt hana - og tað er ein heldur tápuligur spurningur, heldur hon - tí tað sigur seg sjálvt:
- Vit hoyra saman, vit líkjast - vit eru familja. Vit hava eina søgu saman, og vit minnast tað sama. Vit eru ymisk, men vit skilja, at vit eru ymiskt, og okkara traditión fyri samráðingum ger, at vit duga at vera samd um, at vit eru ósamd, sigur Vigdís Finnbogadóttir.
Hon tykist eitt sindur vónbrotin av spurninginum frá donskum fjølmiðlum um samstarvið við Grønland og Føroyar er eitt afturstig fyri Ísland, ið hevur loyst frá Danmark fyri meira enn fimti árum síðani.
- Tú leitar eftir spaðjing, um tú spyrt so - eg haldi, tað er ein trend í dag, øll vilja spjaða - eg vil heldur siga, hví skulu vit ikki halda saman? Dýrabar bond binda okkum saman, og vit eru hvørjum øðrum næst tá á stendur. Tá Ísland hevur verið rakt av náttúruvanlukkum, er tað altíð grannalondini, ið eru fyrst at hjálpa okkum - serliga føroyingar hava gjørt ótrúliga nógv í mun til, hvussu nógv tit eru - og tað minnast vit væl, sigur fyrrverandi forsetin í Íslandi.
Vit sita heima hjá Vigdís Finnbogadóttir í íbúð hennara á Frederiksberg. Norðurlendsk list hongur á bróstinum og bøkur um norðurlendska náttúru liggja á borðinum saman við einari bók við vísum orðum hjá Dalai Lama og "Færingenes land" av Hans Jacob Debes.
Hóast fulla skrá fleiri dagar á rað, hevur hon játtað at siga okkum frá sínari visón um Norðurlond og Útnorður.
? Ein av stóru trupulleikunum í okkara samfelagi í dag er manglandi empati. Harðskapur og manglandi vitan um kenslurnar hjá hvørjum øðrum og manglandi evni til at liva seg inn í, hvussu onnur hava tað, eyðkennir samfelagið. Vit eru ov sjálvupptikin og tosa ikki um kenslur, sigur hon. M en hon tosar eisini um, at vit hava tað gott í Norðurlondum. Okkum vantar einki, vit eru ikki svong og vit liva í einum samfelag, ið byggir á virðir um javnrættindi og demokrati ? tað er vert at byggja víðari á.
Vit skulu byggja á okkara virði
? Norðurbryggjan er ein hornasteinur í norðurlendska samleikanum - ein demokratisk verkætlan, ið vísir, at vit geva øllum pørtum ljóð og eitt dømi um, at vit kunnu taka søguna og brúka hana positivt - til at byggja upp ístaðin fyri at ríva niður, sigur Vigdís Finnbogadóttir. Fyri hana er tað ein spurningur um, hvussu vit brúka søguna - um vit bøla á tí ringa, ella um vit síggja okkara felags søgu sum eina gávu.
? Ein ósjónligur tráður bindur okkum saman - tí vit minnast tað sama - vit hava felags søgu, og vit skilja, hví vit gera tað, sum vit gera - hóast vit kanska gera tað á ymiskan hátt. Til dømis hava vit ymiskan uttanríkispolitikk - vit eru ymisk, men vit skilja, at vit eru ymisk. Tað er tí eisini týdningarmikið, at vit standa saman. At vit dyrka hesi virði og okkara norðurlendska samleika - so vit kunnu byggja meir á tað grundarlagið, sum vit standa á, sigur Vigdís Finnbogadóttir og leggur aftrat:
? Vit eru fyrimynd fyri fólk í øllum heiminum. Tey halda enntá, at vit eru betur enn vit eru, tí vit hava jú í roynd og veru ikki javnrættindi millum kynini til dømis, men vit eru demokratisk, organiserað, og vit hava eitt vælferðarsamfelag, ið byggjur á samhuga og samanhald - tey eru nógv, ið droyma um at hava hetta, sigur Vigdís Finnbogadóttir.
Og hon frøist um úrslitið av samstarvinum millum Ísland, Grønland, Føroyar og Danmark.
? Tað var ein fantastiskur dagur tá Norðurbryggjan læt upp - øll strálaðu, tey vóru so glað, tað var eins og høvdu fólk ljós í eygunum - tað var sera vakurt at síggja, sigur hon.
Vit eru elegant fólk
Norðurbryggjan er somuleiðis ein pallur, har vit fáa høvi at vísa, hvat vit duga, og hvørji vit eru.
? Vit í Útnorði eru ikki nakrir eftirnølarar. Vit eru langt burturi, men nýggjheitir skulu ikki ferðast yvir um havið fyri at røkka okkum í dag - vit eru kosmopolitisk, nútímans og intelligent fólk. Faktisk haldi eg, at elegant er rætta orðið, sigur Vigdís Finnbogadóttir.
? Tað liggur til okkum at søkja út í heimin, og vit hava vitan, sum onnur ikki hava. Vitan um havið og fisk ? vitan, sum vit nú kunnu deila við onnur gjøgnum Norðurbryggjuna. Vit hava eisini eina aðra mentan, og eitt annað úttrykk í listini, tí náttúran og málið skapa okkum sum menniskju og skapa okkara mentan - Norðurbryggjan er tí ein gáva til Danmark - ein gimsteinur - hon gevur innlit í okkara list og okkara mentan og ger tey ríkari, ið fáa lut í hesum, sigur Vigdís Finnbogadóttir.
Tað týdningarmesta fyri hana er tó ikki, at vit vísa dønum, hvørji vit eru. Møtið millum hesar fýra mentanir, danska, íslendska, føroyska og grønlendska skapar nakað nýtt. Norðurbryggjan er ein fýrsmæra, og Danmark er fjórða blaðið.
? Mær dámar serliga væl hugskotið, at í matstovuni á Norðurbryggjuni gera danskir kokkar mat við rávørum úr londunum í Útnorði. Okkara serligu matsiðir vera nýttir sum inspiratión, og rávørurnar koma úr Grønlandi, Føroyum og Íslandi, men av tí at kokkarnir eru danir og leggja seg eftir at skapa nakað nýtt, verður matstovan ikki føroysk, grønlendsk ella donsk - úrslitið verður nakað nýtt - ein samansmelting av okkara fýra londum og okkara mentan, sigur hon.
? Keypmannahavn er okkara gamli høvuðsstaður, og hevur altíð verið portrið til Europa og umheimin - eins og býurin hevur verið portrið hjá umheiminum til Útnorður, leggur hon aftrat.
Mugu verja málið
Vigdís Finnbogadóttir er sannførd um, at málið og náttúran forma okkum og gera okkum til tað, ið vit eru. Og júst málið eigur eitt serligt pláss í hjartanum hjá henni.
- Eg havi nógv hjartabørn. Tey flestu verða vaksin og flyta heimanífrá. Eitt er Býarleikhúsið í Reykjavík. Eitt annað er Norðurbryggjan, hon er til dømis flutt heimanfrá nú, og eg ímyndi mær, at eg standi í Nyhavn og vinki til hana - og sigi: Hey tú! Nei, sum tú er flott - sum tú dugir væl at knýta bond - sum eg eri stolt av tær! Men málið - tað er tað eina av mínum hjartabørnum, ið aldri verður vaksið - tað er elligamalt, men tað flytir aldri heimanífrá. Tað má hava ein at verja seg. Ein at ansa eftir, at tað ikki stirðnar - at tað livir, sigur Vigdís Finnbogadóttir. Hon stendur á odda fyri eini verkætlan hjá ST, sum nevnist Voices of the World, ið arbeiðir fyri at verja smámál, sum eru hótt.
- Málið er ein dýrgripur - málið er tað ósjónliga aftanfyri alt, sum menniskja skapar - vit hugsa í málinum, vit skilja í málinum og skapa í málinum - vit verða til í málinum. Tí mugu vit verja okkara mál. Men tað merkir ikki, at vit ikki skulu læra onnur mál. Eg haldi, at jú fleiri mál tú dugir, tess betur skilur tú títt egna mál.

Fakta um Vigdís Finnbogadóttir
Vigdís Finnbogadóttir er fødd í Reykjavik í 1930. Hon hevur lisið bókmentafrøði og leiklistafrøði við lærdu háskúlarnar í Grenoble, Sorbonne og í Íslandi, og hevur verið stjóri fyri býarleikhúsinum í Reykjavík og starvast í íslendska sjónvarpinum.
Vigdís Finnbogadóttir varð vald til forseta Íslands á fyrsta sinni í 1980, og gjørdist sostatt heimsins fyrsti fólkavaldi kvinnuligi forseti. Hon varð afturvald fýra ferðir og fór frá sum forseti í 1996.
Hóast íslendska forsetaembætið traditionelt er rættiliga ópolitiskt, gjørdi Vigdís Finnbogadóttir sera nógv vart við seg á nógvum økjum. Hon virkaði fyri at menna íslendskan samleika, mál og mentan. Eisini var hon virkin til tess at bøta um korini hjá børnum og ungum, og gjørdi nógv fyri at eggja ungdóminum at fáa sær útbúgving.
Vigdís Finbogadóttir er íðin talskvinna fyri mannarættindum. Hon er heiðursdoktari við 16 lærdar háskúlar, eitt nú lærdu háskúlarnar í Grenoble, Bordeaux, Nottingham, Tampere, Gøteborg, Leeds, Halifax, Manitoba, Tokyo, Miami og í Íslandi.
Hon hevur eisini fleiri norðurlendsk og altjóða álitisstrøv. Til dømis er hon Goodwill-ambassadørur fyri móðurmálum hjá UNESCO, Goodwill-ambassadørur hjá ST í stríðnum móti rasismu og fremmandahatri og formaður fyri altjóða vísindaetisku nevndini hjá UNESCO, ið nevnist COMEST (World Commission on the Ethics in Scientific Knowledge and Technology.
Í 2001 varð stovnurin fyri fremmandamál á Lærda Háskúla Íslands kallaður upp eftir Vigdís Finnbogadóttir og eitur sostatt The Institute of Vigdís Finnbogadóttir in Foreign Languages, ella Stovnur Vigdísar Finnbogadóttir fyri fremmandamál.
Harumframt hevur Vigdís Finnbogadóttir fingið ein hóp av virðislønum eitt nú Socrates-virðislønina, Jacob Letterstedts virðisløn, Clara Lachmann-virðisløn og eina ST virðisløn, nevnd Ceres, sum viðurkenning og tøkk fyri hennara stóra arbeiðið til frama fyri FAO og tess royndir at tryggja øllum menniskjum føði, fyri hennara stuðul til minnilutarørslur og fyri hennara áhaldandi stríði fyri mannarættindunum.
Eisini kann nevnast, at Vigdís Finnbogadóttir stendur á odda fyri eini ST-verkætlan, ið nevnist Voices of The World, sum hevur til endamáls at seta fokus á øll tey mongu smámálini í heiminum, sum eru hótt. Haraftrat er hon verji hjá íslendska teknmálsfelagnum.
At enda er so at nevna virksemi Vigdísar fyri at skapa ein Útnorðurs mentanarmiðdepil í gamla pakkhúsinum hjá Grønlendska Handlinum á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Her hevur hennara visión um eitt mentunarsamstarv millum Ísland, Grønland, Føroyar og Danmark verið drívmegin í øllum verkinum. Vigdís Finnbogadóttir er virkin og sera høgt mett víða hvar um allan heimin.