Reyðabók klár til misnýtslu

Løgmaður hevur ongar ætlanir um at halda hernaðarkanningini um kalda kríggið eystanfyri aftur, tí val er útskrivað. Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum heldur løgmann bera seg rætt at, tí annars settu lygusøgur og illgitingar dagsskránna, og so høvdu fólk á vinstraveinginum ikki fingið vart seg. Báðir vænta, at kanningin verður misnýtt

Hernaðarkanningin eystanfyri verður almenn í somu løtu, sum løgmaður fær hana. Tað ger Anfinn Kallsberg púra greitt.
Frágreiðingin um skjalarannsóknina í russisku skjalagoymslunum um støðu Føroya í kalda kríngum er liðug, og Bent Jensen, søgufrøðingur, fer innan ársskiftið at handa løgmanni hana, segði hann við Sosialin í gjár. Tað fekk Sámal Trónd Finsson Johansen, søgufrøðing, sum skrivaði Svørtubók, at óttast fyri, at kanningin fóru at verða misnýtt í einum skitnum valstríði.
Føroyski søgufrøðingurin heldur, at løgmaður, sum hevur bílagt kanningina, átti at umhugsað, um kanningin átti at verið hildin aftur, til eftir valstríðið. Hesa áheitanina ætlar løgmaður sær ikki at ganga á møti.
? Í somu løtu eg fái kanningina, verður hon almannakunngjørd. Hetta er eitt trý ára gamalt mál, og eg havi alla tíðina sagt, at eg geri hana almenna, tá ið eg fái hana. At eg fái hana akkurát, sum val er útskrivað, tað er ein tilvild, sum ikki fær meg at halda hana aftur, sigur Anfinn Kallsberg løgmaður avgjørdur.

Vandi fyri misnýtslu
Bent Jensen viðgekk í Sosialinum í gjár, at kanningin kann bæði nýtast og misnýtast politiskt, og Sámal Tróndur Finsson Johansen helt fyri, at hansara frágreiðing um kalda kríggið vestanfyri varð misnýtt av føroyskum politikarum, sum við vilja gloymdu at síggja báðar síður av sakini.
Løgmaður heldur tað ikki vera hansara trupulleika, um føroyskir politikarar misnýta eina frágreiðing, sum er gjørd av einum viðurkendum granskara.
? Alt verður misnýtt, sum kann misnýtast. Eisini bøkur. Tað síggja vit dagliga, men tað fær meg ikki at halda nakrari bók aftur. Tað hevði eisini verið misnýtt mítt vald, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.

Røtt avgerð
Hans Pauli Strøm, sum stillar upp fyri Javnaðarflokkin í Norðstreymoy, heldur løgmann taka ta røttu avgerðina við at almannakunngera bókina beinanvegin. Hann hevur alt sítt politiska lív verið virkin á vinstraveinginum, sum kann koma at standa fyri skotum, tá ið bókin verður almenn.
? At kanningin kemur, beint sum val er útskrivað, er av tilvild. Eg haldi tað vera upplagt, at hon verður løgd fram, nú hon er liðug, sigur Hans Pauli Strøm.
Søgufrøðingurin, ið hevur skrivað kanningina, segði við Sosialin í gjár, at bókin inniheldur spennandi upplýsingar, og Hans Pauli Strøm ivast ikki í, at hesir kunnu misnýtast politiskt.
? Tað er klárt, at hon verður misnýtt. Soleiðis er politikkur. Men um løgmaður heldur henni aftur, so verður tað eisini misnýtt. So hevði verið frítt spæl at farið eftir teimum, sum eru á vinstraveinginum. Leysasøgur, lygisøgur og heilaspuni hevði verið nýtt sum vápn, uttan at nakað var at hava tað í, og tað hevði verið ótrúliga óheppið, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann óttast ikki fyri, at skjalarannsóknin í fyrrverandi Sovjettsamveldinum, fer at fylla ov nógv í valstríðnum, tí fólk vilja hava onnur ting á tapetið.

Loyniligt virksemi
Kanningarsetningurin, sum løgmaður sjálvur orðaði, legði annars upp til, at Bent Jensen skuldi hyggja eftir, um føroyingar, føroysk feløg og føroyskir myndugleikar luttóku tilvitað ella ótilvitað sum umboðsmenn, njósnarar ella loyniumboð hjá Sovjettsamveldinum og tess sameindu.
Bent Jensen vil einki siga um kanningina nú, men áðrenn hann fór í gongd, segði hann, at hann óivað fór at síggja føroysk nøvn í sovjetsku skjalagoymslunum. Hans Pauli Strøm óttast als ikki, at nakað kemur fram, sum ikki tolir dagsins ljós.
? Hatta eru kanningar av loyniligum virksemi. Vit róptu um geilar og tún um tað, sum vit fingust við. Eg standi inni fyri mína fortíð á vinstraveinginum og í friðarrrørslun, og eg eri als ikki keddur av, um kanningin tekur í herðatoppin á ávísum fólkumi, sigur Hans Pauli Strøm.

*******
FAKTA
Kanningarsetningur hjá Bent Jensen

1. At lýsa trygdarpolitisku støðu Føroya í kalda krígnum, sum Sovjetsamveldið og tess sameindu (Varsjavasamgongan) mettu hana.
2. At lýsa hernaðarligt virksemi hjá Sovjetsamveldinum og tess sameindu á landi í Føroyum, á føroyskum havleiðum og í føroyskum loftrúmi.
3. At lýsa, í hvønn mun Sovjetsamveldið og tess sameindu høvdu eina serstaka hernaðarliga ætlan (strategi) mótvegis Føroyum, eins og tey eyðvitað høvdu mótvegis Danmark.
4. At lýsa fregnarvirksemið hjá Sovjetsamveldinum og tess sameindu í Føroyum umframt uttanlands Føroyum viðvíkjandi.
5. At lýsa, í hvønn mun føroyingar, føroysk feløg og føroyskir myndugleikar luttóku tilvitað og/ella ótilvitað sum umboðsmenn, njósnarar ella loyniumboð hjá Sovjetsamveldinum og tess sameindu.
6. At savna saman viðkomandi skjalatilfar í skjalasøvnum hjá Sovjetsamveldinum og, um umstøðurnar tala fyri tí, eisini í Eysturtýsklandi og á NATO høvuðsstøðini í Brússel til tess at greiða tann yvirskipaða setningin.