Ljóðmúrurin

Ummæli av aðru fløguni hjá Øssuri Johannesen og Hjalta Joensen

Øssur Johannesen og Hjalti Joensen hava fyrr givið eina fløgu út. Í ár kom so onnur fløgan frá teimum báðum. Sum flestum kunnugt, er tað, Øssur Johannesen letur frá sær ikki fyri menniskju, sum ikki tola at granska seg sjálvi og finna ein ófrættaráma.
Nýggja fløgan við teimum báðum, sum bara eitur Hjalti Joensen, Øssur Johannesen 2., er heldur ikki fyri menniskju við vinglandi andaligum gongulagi. Bassspælið hjá Øssuri, er nú eitt tað skitnasta, sum finst, í hvussu so er her um leiðir. Ikki ein tóni, sum bassurin letur, er reinur, ella vanligur skuldi eg heldur sagt. Um ikki ljóðið er avskeplað, antin við einari fløsku ella einum knívi (hetta er vorðið nærum eitt eyðkenni hjá Øssuri), so verða ymiskar effektir brúktar.
Øssur er ongin tekniskur bassleikari. Men tað, sum hann er førur fyri og sum aðrir, ella fáir ikki megna er, at lata ljóðið úr bassinum í ein búna, ið ikki er til at kenna aftur. Hesin búnin er merktur av einum intensiviteti, ið ikki er úr hesum heimi. Til tíðir yvast tú, um tað er Øssur ella Hjalti, sum spælir. Hetta kann tykjast, sum um teir herma eftir hvørjum øðrum, men eg haldi ikki at tað eydnast væl, tí ljóðið frá bassinum og ljóðið frá gittarinum líkjast ov nógv.
Tónleikurin á fløguni er ein ljóðmynd, ella kanska bara ein múrur ímillum ljóð og óljóð. Og sum so virkar hetta væl, men tá ið ilt er at skilja mun á gittar(ó)ljóði og bass(ó)ljóði, verður tað onki serliga spennandi. Tað sum har aftur ímóti er spennandi, er tá ið eitt atmosferiskt rúm spakuliga verður bygt upp, har Hjalti við sínum melankolska spæli, roynir at svara aftur teimum hóttandi endurtøkunum frá Øssuri, sum til dømis í skering 6.
Fløgan er improviserað. Ikki nógv er tilætlað spæl. Og tað skal tað jú eisini vera. Tá ið tónleikurin er bestur, sær tú tónarnar lesa seg upp eftir tínum egnu nervatræðrum, og tað er jú ikki so lítið. Í øllum hesum meldrinum av ljóðum og óljóðum, fær tú ikki latið vera við at hugsa, hvussu gott tað er, at onkur ger inniligan tónleik - tónleik, sum meinar okkurt - tónleik, ið rakar mergin. Hvørki Øssur ella Hjalti eru bangnir fyri at spæla sín egna merg út millum ryggjageislarnar, og tað merkir upplivingina av tónleikinum. Nú nevni eg uppliving. Tónleikurin skal ikki skiljast hann skal upplivast, og fyri at nøkur munagóð uppliving skal spyrjast burtur úr, má hugsast. Tankarnir koma av sær sjálvum. Teir fylgja spælinum og (ó)ljóðunum.
Sum vera mann, hevur Øssur Johannesen sjálvur teknað kápumynd. hann er jú ein av teimum fáu menniskjum, sum duga at fáast við fleiri ymisk listasløg. Tað er Tutl, sum hevur givið fløguna út. Góða eydnu við tí triðju fløguni.