størri í framtíðini, tá ætlaði undirsjóvartunnilin millum Streymoynna og Eysturoynna verður framdur í verki. Tí ynskir kommunan at vera ein kommuna sum kann taka sær øllum borgarunum í kommununi. Í dag eru [...] dagstovnur í gerð, skúlin skal útbyggjast munandi, eins og ætlanir eru frammi um eitt sambýli í kommununi. Hækka skattaprosentið Til tess at nøkta eftirspurningin eftir grundøkjum hevur kommunan í eina tíð [...] veruliga er so, prógvar tann seinasta útstykkingin hjá kommununi. Hon er í roynd og veru longu ov lítil. Hetta eru sum vera man góð tíðindi fyri tey, ið vara av kommununi her uttast á vestara armi á Skálafjørðinum
halda í samgonguni til tess at fáa greiðu á viður-skiftunum millum seg og hin borgarstjóran Heðin Mortensen. Jan Christiansen var í øðini um, at Mortensen í heilum tók upp á seg heitið sum virkandi borgarstjóri [...] Samgongan tyktist vera í ringum sjógvi, og kallað varð inn til fundar bæði her og har at slætta sjógv, alt meðan Tjóðveldisflokkurin beyð seg fram at koma upp í samgonguna. Eftir ein fund í Føroya Væl segði [...] segði Mortensen í bløðunum, at Christiansen noyddist at finna seg í sær, tí hann hevði flestar atkvøður á sambandslistanum, og hann teknaði Sambandsflokkin í Havnar Býráð. Eftir ógvisliga útfallið frá Christiansen
regni, hørðum vindi og nógvum torusláttri í Suðursvøríki, og væntandi er, at nógva vatnið fer at floyma yviri fleiristaðir í landinum. Svensku myndugleikarnir hava í fyrsta lagi sent út “gula” ávaring, men [...] um, at trø eru fallin á vegir, og hetta órógvar ferðsluna í økjunum. Fleiri vegir eru stongdir í sambandi illveðrið, veit Aftonbladet at siga. Í Jønkøping eru partar av vegi og gonguteigi soknir saman, [...] og Pólland er steðgað í gjár og í dag, veit Aftonbladet at siga. Á flogvøllinum Arlanda uttanfyri Stokkhólm og á Landvetter við Gøteborg hevur illveðrið elvt til fleiri seinkingar í flogferðsluni. Hetta
skontrol, GFLK. Í grønlendska landsstýrinum arbeiða tey nú við einari kunngerð, sum skal skipa siglingina hjá ávísum skipum í grønlendsku firðunum, har hvalir á sumri halda til. Men, í løtuni er ikki greitt [...] kringvarpið, KNR, sum ber hesi tíðindi um trupulleikarnar hjá grønlendsku veiðimonnunum av stóru ferðamannaskipunum. Herfyri kom eisini fram, at ferðamannaskipini í Grønlandi seta met í ár, har samlaða talið av [...] ferðamannaskipini koma. Tað sigur Åge Hammeken Danielsen, sum bæði er veiðimaður og formaður í felagnum hjá veiðimonnum í grønlendsku bygdini, Ittoqqortoormiit. Hetta sigur hann eftir eina røð av hendingum, har
Tað endaði aftur í dag javnt, tá ið TB var á Sandi. Fyri einum góðum mánað síðani, 13. apríl og í fimta umfari, var úrslitið málleysur javnleikur. Í dag var TB aftur á Sandi, og í dag var úrslitið 1-1 [...] B36. Í dag setti TB hol á beinanvegin. Málskjútti var veteranurin Aron Sørensen. Hann plagdi at vera miðverji, men nú er 35 ára gamli veteranurin fremsti maður, og í dag skoraði hann fyrsta málið í lan [...] landskappingini í ár. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði B71 til 1-1. Málskjútti var brasilski Eduardo Coimbra, sum var málskjútti fyri aðru ferð í ár. Tølini siga, at B71 vann átta hornaspørk, og at TB
sum ikki kann góðtakast. Tað kemur fram í fráboðan frá Hvítu Húsunum í gjár. Útsøgnin kemur eftir tíðindi um, at ein persónur er deyður og ein annar særdur í eini bygd á ísraelska hersetta Vestara Áarbakka [...] ein annar persónur er í lívsvanda, eftir álop á bygdina Jit, sum er vestan fyri býin Nablus á Vestara Áarbakka. - Tíggjutals sivilir ísraelsmenn, harav fleiri vóru í maskum, fóru inn í Jit, har teir settu [...] Trygdarráðið í eini fráboðan. - Ísraelsku myndugleikarnir noyðast at gera tað, sum er neyðugt fyri at verja allar fólkabólkar móti harðskapi. Hetta fevnir millum annað um, at tiltøk verða sett í verk, at
gomul tíðindi. Tey mongu túsund fólkini, sum vitjaðu Summarfestivalin í fjør og í ár, munnu vita, at orðini um Føroya størstu uttandurabarr er skeiv vørulýsing, hóast reklaman er at liva við. Í fleiri [...] at eitt ítróttarfelag í góðveðrinum í fjør summar skonkti inni á økinum. Men eftir nógva umrøðu í fjølmiðlunum, um at løgreglan vendi blinda eygað til slíkt lógloysi, valdi fútin í ár at stramma upp og [...] skonkja, so leingi sum viðurskiftini ikki eru komin í rættlag. Tí er tað misvísandi og eisini órættvíst mótvegis teimum, sum hava skonkt sterkt í stórum mongdum í nógv ár, um Summarfestivalurin fær ivasama heiðurin
franska liðið í hesum umfarinum í øllum førum. Hetta eru rættiliga løgin tíðindi, tí umframt tætta sambandið ímillum Briatore og Alonso, so hevur McLaren tveir av sterkastu koyrarunum í formel 1 í Montoya og [...] Fernando Alonso er heimsmeistari í formel 1 og hevur, í øllum førum so vítt, sum okkum er kunnugt, liðstjóran í Renault liðnum Flavio Briatore sum umboðsmann, hetta kann tó vera broytt, uttan, at vit hava [...] seg í eftirlønarreiðrið aftan á komandi kappingarár. Stóri áhugin fyri McLaren tykist eitt sindur løgin, tí liðið fekk ein ein stóran sniðgevingartrupulleika í oktober, tá ivaleyst besti sniðgevin í formel
oljufelagið Chevron undir royndarframleiðslu (testing) í einum avmarkingarbrunni á Rosebankleiðini skamt frá føroyska markinum í bretskum øki. Longu í næsta mánað fer sama felag saman við Statoil, Dong og [...] umfatandi seismiskar kanningar føroysku megin markið í loyvi, sum feløgini fingu tilluttað í 2. útbjóðing. Hetta leitiðloyvið liggur uppat loyvinum í bretskum øki, har Chevron hevur gjørt eitt stórt oljufund [...] møguliga boring í 2008 ella 2009. Tað er norska felagið Wavefield Inseis, sum hevur fingið hesa uppgávuna, og fer eitt av skipum tess, Malene Østervold undir 2D seismisku kanningarnar í august. Chevron
Í seinastu viku skrivaðu vit um Høgna Johannesen, sum tá var staddur í Lahore í Pakistan í sambandi við trúboðaravirksemi. Hann greiddi tá frá, at støðan í landinum var hættislig, og at hann tá ikki visti [...] hann og kona hansara seg í eitt flogfar í Islamabad og hildu leiðina heimaftur. ?Vit høvdu ein fund á skúlanum, har eg undirvísi, og avgerð varð tikin um, at niðurleggja virksemið í eina tíð. Teir flestu [...] seg, sigur Høgni, sum nú er í Keypmannahavn. Tað er ikki beinleiðis orsakað av hóttanini um kríggj móti Afganistan, at Høgni er rýmdur. Hann greiðir frá, at tíðindi gingu í Lahore um, at víðgongdir muslimar