- Veiðimenninir vita, at tað nyttar einki at veiða náhval, tá ferðamannaskipini koma.
Tað sigur Åge Hammeken Danielsen, sum bæði er veiðimaður og formaður í felagnum hjá veiðimonnum í grønlendsku bygdini, Ittoqqortoormiit.
Hetta sigur hann eftir eina røð av hendingum, har veiðimenn aftur og aftur eru vorðnir órógvaðir av stórum ferðamannaskipum, sum sambært honum styggja hvalirnar burtur.
- Tað er motorurin á ferðamannaskipunum, sum ræðir hvalirnar, leggur hann aftrat.
Åge Hammeken Danielsen greiðir frá einari hending herfyri, tá veiðimenn lógu og lúrdu eftir náhvalum, men so skjótt eitt ferðamannaskip sást í havsbrúnni, rýmdu hvalirnir.
- Ferðamannaskipið kom inn í okkara veiðiøki. Manningin kom og spurdi okkum, um teir kundu leggja skipið her. Vit søgdu nei, men so sigldu teir einar tveir kilometrar burtur og ankraðu.
Hann vísir á, at manningin á skipinum segði, at skipið fór at liggja her í tríggjar tímar, men skipið fór ikki avstað aftur fyrr enn um kvøldið.
Tað er ikki ólógligt, at ferðamannaskip koma inn á firðirnar og veiðiøkini í Grønlandi.
- Vit hava onga lóg, sum sigur, at skipini ikki skulu koma inn á veiðiøkini, sigur Claus Nielsen, sum er eftirlitsmaður hjá Grønlands Fiskerilicenskontrol, GFLK.
Í grønlendska landsstýrinum arbeiða tey nú við einari kunngerð, sum skal skipa siglingina hjá ávísum skipum í grønlendsku firðunum, har hvalir á sumri halda til.
Men, í løtuni er ikki greitt, nær ein slík kunngerð verður liðug og verður galdandi.
Veiðimenninir í Ittoqqortoormiit fegnast um, at ein slík kunngerð er á veg, tí teir vildu gjarna sloppið undan, at ferðamannaskip órógva hvalaveiðina í økinum.
Tað er grønlendska kringvarpið, KNR, sum ber hesi tíðindi um trupulleikarnar hjá grønlendsku veiðimonnunum av stóru ferðamannaskipunum.
Herfyri kom eisini fram, at ferðamannaskipini í Grønlandi seta met í ár, har samlaða talið av skipum, sum koma til Grønlands í ár, liggur omanfyri 600.










