Tíggjutals ísraelsk sivilfólk fóru inn í bygdina Jit á Vestara áarbakka og settu eld á akfør og bygningar, upplýsir ísraelski herurin. Myndin er úr nærliggjandi Nablus og er ikki tikin í sambandi við hendingina í bygdini Jit. (Savnsmynd). - Mynd: Zain Jaafar/Ritzau Scanpix

Hvítu Húsini finnast at harðskapi hjá ísraelskum niðursetufólki

Ein 23 ára gamal palestinari er eftir øllum at døma deyður, eftir at sivilir ísraelar lupu á eina bygd á Vestara Áarbakka.

Tíggjutals ísraelsk sivilfólk fóru inn í bygdina Jit á Vestara áarbakka og settu eld á akfør og bygningar, upplýsir ísraelski herurin. Myndin er úr nærliggjandi Nablus og er ikki tikin í sambandi við hendingina í bygdini Jit. (Savnsmynd). - Mynd: Zain Jaafar/Ritzau Scanpix

Hvítu Húsini fordøma tað, tey kalla eitt álop á palestinar frá ísraelskum niðursetufólkum, sum ikki kann góðtakast.

Tað kemur fram í fráboðan frá Hvítu Húsunum í gjár.

Útsøgnin kemur eftir tíðindi um, at ein persónur er deyður og ein annar særdur í eini bygd á ísraelska hersetta Vestara Áarbakka.

- Álop frá harðligum niðursetufólkum móti palestinskum sivilum á Vestara Áarbakka kunnu ikki góðtakast og mugu steðga, sigur ein talsmaður fyri Trygdarráðið í eini fráboðan.

- Ísraelsku myndugleikarnir noyðast at gera tað, sum er neyðugt fyri at verja allar fólkabólkar móti harðskapi. Hetta fevnir millum annað um, at tiltøk verða sett í verk, at harðskapurin verður steðgaður, og at allir gerningsmenn verða settir til svars, stendur at lesa víðari.

Sambært palestinsku heilsumyndugleikunum doyði ein 23 ára gamal maður, meðan ein annar persónur er í lívsvanda, eftir álop á bygdina Jit, sum er vestan fyri býin Nablus á Vestara Áarbakka.

- Tíggjutals sivilir ísraelsmenn, harav fleiri vóru í maskum, fóru inn í Jit, har teir settu eld á akfør og bygningar og kastaðu steinar og molotov kokkteylar, stendur at lesa í fráboðan frá ísraelska herinum (IDF).

IDF sigur, sambært Reuters, at tey hava handtikið ein ísraelskan ríkisborgara eftir hendingina. Herurin upplýsir eisini, at tey kanna fráboðanirnar um, at ein persónur skal vera deyður í sambandi við álopið.

Ísraelski forsetin, Isaac Herzog, hevur fordømt hendingina.

Í eini fráboðan frá skrivstovuni hjá Benjamin Netanyahu sigur ísraelski forsætisráðharrin, at hann tekur hendingina í "størsta álvara".

- Tey, sum hava ábyrgdina av einum og hvørjum broti, verða handtikin og ákærd, stendur at lesa í fráboðanini sambært Reuters.

Palestinar halda javnan, at ísraelsku trygdarfólkini venda blinda eyga til, tá harðlig ísraelsk niðursetufólk leypa á heim og bygdir á Vestara Áarbakka.

USA og fleiri evropeisk lond hava fleiri ferðir heitt á Ísrael um at gera meira fyri at steðga álopunum.

AFP