Her standa bilar fastir á E6-vegnum uttanfyri Malmø eftir nógva regnið í nátt og í morgun.

Illveðrið “Hans” hevur rakt Svøríki 

Sambært NRK hevur illveður við nógvari vætu nú rakt Svøríki, áðrenn veðrið væntandi eisini fer at gera rættiliga um seg í Noregi.

 

Her standa bilar fastir á E6-vegnum uttanfyri Malmø eftir nógva regnið í nátt og í morgun.

Fleiri svenskir miðlar siga frá ógvusligum regni, hørðum vindi og nógvum torusláttri í Suðursvøríki, og væntandi er, at nógva vatnið fer at floyma yviri fleiristaðir í landinum.

 

Svensku myndugleikarnir hava í fyrsta lagi sent út “gula” ávaring, men fyri týsdagin og mikudagin er talan um “reyða” ávaring.

Sambært veðurforsagnum rakar illveðrið norska eysturlandið og Trøndelag í dag, og norsku myndugleikarnir hava sent út “reyða” ávaring fyri partar av landinum.

Í Suðursvøríki, har illveðrið longu er farið at gera um seg, er tilbúgvingin økt fleiristaðni, eitt nú á Gøteborg-leiðini, har manning er klár at fara til verka, veit Gøteborg-Posturin at siga.

Fráboðanir eru komnar um, at trø eru fallin á vegir, og hetta órógvar ferðsluna í økjunum. Fleiri vegir eru stongdir í sambandi illveðrið, veit Aftonbladet at siga. 

 

Í Jønkøping eru partar av vegi og gonguteigi soknir saman, veit tíðindastovan SVT at siga. Lagt verður aftrat, at vegurin er stongur, tí vandi er fyri, at skaðin fer at gerast enn størri.

Fráboðanir eru eisini komnar um skriðulop á leiðini millum Nykøping og Norrkøping, og her er tokferðslan steðgað, men ógreitt er í løtuni, um illveðrið er orsøkin.

Av tí, at vindurin eisini er nógvur, hevur danska vegumsitingini frárátt fólki at koyra um Oyrasundsbrúnna, sum bindir Svøríki og Danmark saman.

Í pørtum av Svøríki eru bæði flog-og ferjusamband rakt, og siglingin millum Svøríki og Pólland er steðgað í gjár og í dag, veit Aftonbladet at siga.

Á flogvøllinum Arlanda uttanfyri Stokkhólm og á Landvetter við Gøteborg hevur illveðrið elvt til fleiri seinkingar í flogferðsluni.

Hetta kemur illa við, nú fleiri fólk eru á veg heimaftur úr summarfrí, og tað nærkast, til skúlarnir byrja aftur.

Tað er norska kringvarpið NRK, sum ber hesi tíðindi úr Svøríki í morgun.

 

 

 

Her standa bilar fastir á E6-vegnum uttanfyri Malmø eftir nógva regnið í nátt og í morgun.